7142.15 - Almenn didaktikk og starvslæra, lærarar


Skeiðsnummar
7142.15
Heiti
Almenn didaktikk og starvslæra, lærarar
ECTS
19,5
Fortreytir
Fyri at fara til próvtøku í Almenn didaktikk skulu skeiðini Námsfrøðilig sálarfrøði og Námsfrøði vera staðin
Endamál
Lesandi fáa innlit í almenn didaktisk evni so sum at leggja undirvísing til rættis, at fremja undirvísing í verki og at eftirmeta undirvísing og skjalfesta undirvísingar-tilgongdir og undirvísingarúrslit. Tey lesandi skulu fáa greiða fatan av, hvat skapandi læra snýr seg um, og innlit í ástøði, hugtøk og fyribrigdi, sum sermerkja skapandi og estetiskar lærutilgongdir. Lesandi skulu gerast tilvitað um didaktiskar ivaspurningar, ið serliga eru tengdir at skapandi arbeiðshættum. Dentur verður lagdur á at fáa hin lesandi at fata, hvussu ástøði og praksis eru samantvinnað í lærugreinini. Undirvísingin í almennari didaktikk skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í námsfrøði og námsfrøðiligari sálarfrøði.
Innihald
Skeiðið er skipað í 8 høvuðspartar. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: o Almenn didaktikk um fakøki og vísindagrein o Almenn – og fakdidaktikk. o Skúlin sum organisatión o Eftirmetingarskipan skúlans o Skapandi læra og skapandi lærutilgongd? o Estetikkur og kreativitetur o Verkstøð, har arbeitt verður við skapandi læru. o Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, størri og smærri skrivivenjingar og einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti, verkstaðarundirvísing v.m. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • seta orð á, hvat eyðkennir almenna didaktikk sum vísindagrein, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í almenn didaktiskum arbeiði • leggja eina undirvísingarætlan til rættis við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan • grundgeva fyri, hvussu ein ítøkilig undirvísingartilgongd kann skipast við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan • fremja eina ítøkiliga undirvísingarætlan í verki og meta við kritiskum eyga um, hvat gekk væl; hvat gekk minni væl; hví tað gekk, sum tað gekk; og hvat ein kann gera øðrvísi eina aðru ferð • megna at - greiða frá og brúka ástøði, hugtøk og fyribrigdi, sum sermerkja skapandi og estetiskar lærutilgongdir. • at seta ástøði um skapandi læru í samband við verkligt arbeiði • nýta skapandi læru sum arbeiðsamboð í starvslæruni
Próvtøkuháttur
Skeiðið í almennari diadktikk endar við próvtøku. Próvtøkusynopsan verður skrivað við støði í greinunum námsfrøði, námsfrøðiligari sálarfrøði og almennari didaktikk og skal (1) varpa ljós á tær læruúrtøkur, ið eru orðaðar í skeiðslýsingunum fyri hesar greinar og (2) annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Undirvísingarætlan - ella partur av undirvísingarætlan - skal leggjast við sum fylgiskjal. Próvtøkusynopsan kann skrivast og verjast í bólki. • Ein lesandi 5 blaðsíður • Tvey lesandi 7 blaðsíður • Trý lesandi 9 blaðsíður Próvtøkusynopsan skal verjast munnliga. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku síðst í august mánaða 2015. Tann lesandi kann varðveita sama evni og sama spurdóm. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til tvær munnligar vegleiðingar. Eina fyri summarsteðgin og eina eftir summarsteðgin 2015.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Janus Jensen