7210.13 - Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7210.13
Heiti
Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøðingar
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Tey lesandi fara at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligum vísindum, ið eru serliga viðkomandi fyri námsfrøðingar, ið arbeiða í vøggustovu ella barnagarði. Holl vitan um, hvat eyðkennir barnsins natúrligu menning, og hvussu ein kann stimbra barnið í síni heild, skal styðja og vegleiða tí einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal leggja til rættis, fremja í verki, eftirmeta og skjalfesta námsfrøðiligt arbeiði. Undirvísingin í námsfrøðiligari sálarfrøði skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í námsfrøði og almennari didaktikk.
Innihald
Skeiðið er í átta pørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: - Námsfrøðilig sálarfrøði sum fakøki og vísindi - Menning sum hugtak og fyribrigdi - Kognitión og læring - Viðurkennandi relatiónir - sjálvsmenning og persónsmenskumenning - Dagstovnaøkið sum serligur menningarkontekstur/diskursur - Kyn og kynspedagogikkur - Børn og spæl - Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, arbeiði við úrvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • seta orð á, hvat eyðkennir námsfrøðiliga sálarfrøði sum vísindi, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepil í námsfrøðiligari sálarfrøði • lýsa dagstovnin sum ein serligan diskurs í samfelagnum, ið skal røkja eina lógarásetta uppgávu fyri samfelagið • flokka og gera mun á ymiskum grundleggjandi menningar- og læringarástøðum • kjakast um, hvussu børn búnast, mennast og læra á fjølbroyttum økjum • greina barnaspæl og teir menningarmøguleikar, ið barnaspøl (eisini eyðkend gentu- og dreingjaspøl) rúma • meta um sína egnu persónsmensku, og hvat ein sjálv/ur serliga skal arbeiða við fyri at gerast ein góður námsfrøðingur • leggja eina didaktiska ætlan til rættis, ið bregdar saman sálarfrøðiliga vitan og ítøkiligar didaktiskar ætlanir og grunda fyri, hvussu ítøkiligt virksemi á vøggustovu- og/ella dagstovni kann leggjast til rættis og skipast. - T.e. hví velji eg at arbeiða við hesum evni, hesum innihaldi og hesi tilgongd, tá ið eg skal stimbra og menna hetta barnið/ella hesi børnini á júst hesum førleikaøki?
Próvtøkuháttur
Áðrenn skeiðið endar, skal hin lesandi skriva eina spurdómsstýrda synopsu . Próvtøkusynopsan verður skrivað í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk og skal (1) varpa ljós á tær læruúrtøkur, ið eru orðaðar í hesum skjali og (2) annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Ein didaktisk ætlan – ella partur av eini didaktiskari ætlan – skal leggjast við sum fylgiskjal. Próvtøkusynopsan kann skrivast og verjast í bólki. • Ein lesandi 5 blaðsíður • Tvey lesandi 7 blaðsíður • Trý lesandi 9 blaðsíður Próvtøkusynopsan skal verjast munnliga. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku síðst í august mánað 2014. Tann lesandi kann varðveita sama evni og sama spurdóm. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til tvær munnligar vegleiðingar. Eina fyri summarsteðgin og eina eftir summarsteðgin 2014.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Hans Harryson