7211.13 - Námsfrøðilig sálarfrøði, lærarar


Skeiðsnummar
7211.13
Heiti
Námsfrøðilig sálarfrøði, lærarar
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Tey lesandi fáa innlit í nakrar útvaldar tættir í námsfrøðiligari sálarfrøði, ið hava serligan týdning fyri lærarayrkið. Holl vitan um hvussu næmingar búnast, læra, hugsa og samskifta skal styðja og vegleiða tí einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal leggja undirvísing til rættis, fremja undirvísing í verki, eftirmeta undirvísing og skjalfesta undirvísingartilgongdir og undirvísingarúrslit. Undirvísingin í námsfrøðiligari sálarfrøði skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í námsfrøði og almennari didaktikk.
Innihald
Skeiðið er í nýggju pørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: - Námsfrøðilig sálarfrøði sum fakøki og vísindi - Menning - Kognitión - Læring og lærufortreytir - Undirvísing, undirvísingarhættir og læruúrtøka - Motivatión - Persónsmenska og samleiki - Skúlin sum serligur diskursur - Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, arbeiði við útvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at • seta orð á, hvat eyðkennir námsfrøðiliga sálarfrøði sum vísindi, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepil í sálarfrøðiligum arbeiði • geva eina breiða lýsing av, hvussu børn mennast, og hvussu ávikavist arvur og umhvørvi (eisini skúlaumhvørvi) ávirka hesa menning • flokka og gera mun á ymiskum grundleggjandi læringarástøðum • kjakast um hvør skyldskapurin er millum hugtøkini ´undirvísing` og ´læring` • greiða og greina tann logikk, sum okkara skúlaskipan ella skúladiskursur byggir á • grunda yvir sína egnu persónsmensku, og hvat ein sjálvur serliga skal arbeiða við fyri at gerast ein góður lærari • orða og standa fyri eini ítøkiligari undirvísingarætlan og meta við kritiskum eyga um, hvat gekk væl; hvat gekk minni væl; hví tað gekk, sum tað gekk; og hvat ein kann gera øðrvísi eina aðra ferð.
Próvtøkuháttur
Áðrenn skeiðið endar, skal hin lesandi skriva eina spurdómsstýrda synopsu. Próvtøkusynopsan verður skrivað í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk og skal (1) varpa ljós á tær læruúrtøkur, ið eru orðaðar í hesum skjali og (2) annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Undirvísingarætlan - ella partur av undirvísingarætlan - skal leggjast við sum fylgiskjal. Próvtøkusynopsan kann skrivast og verjast í bólki. • Ein lesandi 5 blaðsíður • Tvey lesandi 7 blaðsíður • Trý lesandi 9 blaðsíður Próvtøkusynopsan skal verjast munnliga. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku síðst í august mánað 2014. Tann lesandi kann varðveita sama evni og sama spurdóm. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til tvær munnligar vegleiðingar. Eina fyri summarsteðgin og eina eftir summarsteðgin 2014.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Hans Harryson