7212.13 - Námsfrøði og almenn didaktikk - námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7212.13
Heiti
Námsfrøði og almenn didaktikk - námsfrøðingar
ECTS
15
Endamál
Aðalmálið á skeiðnum er at viðgera, hvussu námsfrøðingar á dagstovnum kunna arbeiða, fyri at geva børnunum fjølbroyttar møguleikar at vera virknir medskaparar av egnum lívi, við at hugsavna okkum um 1) viðkomandi námsfrøðilig hugtøk, s.s. umsorgan, spæl, myndan og læra úr sjónarhorninum hjá námsfrøðingum og hjá børnum 2) barnaáskoðan í einum søguligum ljósi, og 3) eftirmetingarhættir og refleksjón sum arbeiðsamboð hjá námsfrøðingum á dagstovnum.
Innihald
Á skeiðnum vera hesi evni viðgjørd: • viðkomandi lóggáva s.s. barnarættindasáttmálin, dagstovnalógin og námsfrøðilig stevnumið • barnagarðsøga og pedagogiskar hugsanir, sum mynda dagsins dagstovnar • námsfrøðilig lyklahugtøk s.s. myndan, uppaling, umsorgan, spæl og læra • rættindi og medávirkan hjá børnum • pedagogiska umhvørvi og skipan • pedagogisk dokumentasjón sum ástøði og arbeiðsamboð • starvslæra Undirvísingin í námsfrøði og almennari didaktikk skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í námsfrøðiligari sálarfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Læru og undirvísingarhættirnir leggja dent á, at tann lesandi fær innlit í, hvussu hann kann menna sín samskiftisførleika. Á skeiðinum verður lagdur dentur á sjálvlestur, fyrilestrar, kjakbólkar, dialogseminar, hugtakaseminar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivivenjingar, skriva logbók, arbeiði við úrvaldum praksissøgum, einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi duga at: • greiða frá yvirskipaðu kørmunum fyri, hvussu arbeiði á dagstovnum eigur at skipast sambært viðkomandi lóggávu • greiða frá og greina, hvussu áskoðan á børn, barndóm og barnagarðar í ymsum søguligum tíðarskeiðum, og hvørja ávirkan hetta hevur á innihaldi á dagsstovnum. • tulka professionellu uppgávuna hjá námsfrøðingunum og hvussu arbeiði kan leggjast tilrættis • greiða frá demokratisku rættindinum hjá børnum til medávirkan • samanbera ymiskar áskoðanir á spæl, umsorgan, myndan og læru • kjakast um innihaldið á skeiðnum, og duga at brúka viðkomandi fakorð • meta um sína egnu persónsmensku, og hvat ein sjálv/ur serliga skal arbeiða við fyri at gerast ein góður námsfrøðingur • leggja eina didaktiska ætlan til rættis, ið bregdar saman sálarfrøðiliga vitan og ítøkiligar didaktiskar ætlanir og grunda fyri, hvussu ítøkiligt virksemi á vøggustovu- og/ella dagstovni kann leggjast til rættis og skipast. - T.e. hví velji eg at arbeiða við hesum evni, hesum innihaldi og hesi tilgongd, tá ið eg skal stimbra og menna hetta barnið/ella hesi børnini á júst hesum førleikaøki?
Próvtøkuháttur
Áðrenn skeiðið endar, skal hin lesandi skriva eina spurdómsstýrda synopsis. Próvtøkusynopsan verður skrivað í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk og skal (1) varpa ljós á tær læruúrtøkur, ið eru orðaðar í hesum skjali og (2) annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Ein didaktisk ætlan – ella partur av eini didaktiskari ætlan – skal leggjast við sum fylgiskjal. Próvtøkusynopsan kann skrivast og verjast í bólki. • Ein lesandi 5 blaðsíður • Tvey lesandi 7 blaðsíður • Trý lesandi 9 blaðsíður Próvtøkusynopsan skal verjast munnliga. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku síðst í august mánaða 2014. Tann lesandi kann varðveita sama evni og sama spurdóm. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til tvær munnligar vegleiðingar. Eina fyri summarsteðgin og eina eftir summarsteðgin 2014.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Hildur Patursson