7213.13 - Námsfrøði og almenn didaktikk fyri lærarar


Skeiðsnummar
7213.13
Heiti
Námsfrøði og almenn didaktikk fyri lærarar
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Hin lesandi fær innlit í námsfrøðilig evni so sum uppaling og læring, dannilsi, útbúgving og sosialisering í samfelagsligum høpi og almenn didaktisk evni so sum at leggja undirvísing til rættis, at fremja undirvísing í verki og at eftirmeta undirvísing og skjalfesta undirvísingar-tilgongdir og undirvísingarúrslit. Dentur verður lagdur á at fáa hin lesandi at fata, hvussu ástøði og praksis eru samantvinnað í lærugreinini. Undirvísingin í námsfrøði og almennari didaktikk skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í sálarfrøði.
Innihald
Skeiðið er skipað í 7 høvuðspartar. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: o Námsfrøði og almenn didaktikk sum fakøki og vísindagreinar o Sosialisering og uppaling o Dannilsishugtakið sum stevnumið fyri uppaling og undirvísing o Almenn – og fakdidaktikk. o Skúlin sum organisatión o Eftirmetingarskipan skúlans o Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, størri og smærri skrivivenjingar og einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • seta orð á, hvat eyðkennir námsfrøði og almenna didaktikk sum vísindagreinar, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í námsfrøðiligum- og almenn-didaktiskum arbeiði • greina hvussu mentanarligt, málsligt og sosialt bakstøði ávirkar læringina hjá børnum. • geva eina breiða lýsing av, hvussu hugtøkini sosialisering, dannilsi, uppaling, útbúgving, læring og undirvísing verða allýst og avmarkað í dag • leggja eina undirvísingarætlan til rættis við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan • grundgeva fyri hvussu ein ítøkilig undirvísingartilgongd kann skipast við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan • fremja eina ítøkiliga undirvísingarætlan í verki og meta við kritiskum eyga um, hvat gekk væl; hvat gekk minni væl; hví tað gekk, sum tað gekk; og hvat ein kann gera øðrvísi eina aðru ferð.
Próvtøkuháttur
Áðrenn skeiðið endar, skal hin lesandi skriva eina spurdómsstýrda synopsis. Próvtøkusynopsan verður skrivað í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk og skal (1) varpa ljós á tær læruúrtøkur, ið eru orðaðar í hesum skjali og (2) annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Undirvísingarætlan - ella partur av undirvísingarætlan - skal leggjast við sum fylgiskjal. Próvtøkusynopsan kann skrivast og verjast í bólki. • Ein lesandi 5 blaðsíður • Tvey lesandi 7 blaðsíður • Trý lesandi 9 blaðsíður Próvtøkusynopsan skal verjast munnliga. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku síðst í august mánaða 2014. Tann lesandi kann varðveita sama evni og sama spurdóm. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til tvær munnligar vegleiðingar. Eina fyri summarsteðgin og eina eftir summarsteðgin 2014.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Janus Jensen