7216.14 - Mál- og lesimenning/didaktikkur


Skeiðsnummar
7216.14
Heiti
Mál- og lesimenning/didaktikkur
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi.
Endamál
Móðurmálsundirvísing í byrjanarflokkunum við denti á málmenning, lesing og skriving sum partur av lesimenningini. Lesandi fáa kunnleika um týdningarmikil ástøði um serliga málmenning, lesing/skriving og lesitrupulleikar. Dentur verður lagdur á at knýta hetta saman við dagliga arbeiðnum sum fólkaskúlalærarar.
Innihald
1. Móðurmálið, og hvussu málið háttar sær 2. Móðurmálið í heimi og skúla 3. Móðurmálsundirvísingin í byrjanarundirvísingini 4. Málslig tilvitan sum fyritreyt fyri lesing 5. Lesi- og skrivihættir 6. Ymisk eftirmeting 7. Grundarlag undir fakligari lesing 8. Fyritreytir at skilja tað, sum vit lesa 9. Arbeiðshættir - góðir lesi- og skrivivanar 10. Lesitrupulleikar 11. Uppdagandi skriving
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing og starvsvenjing verða tilsamans 15 tímar um vikuna í 8 vikur. Dentur verður lagdur á at læra um mál og skriftmál sum grundarlag undir lívslongu menning okkara sum menniskju. Skeiðið er bygt upp av fyrilestrum, hugleiðingarfundum, bólkaarbeiði og sjálvlestri, har arbeitt verður fram ímóti starvsvenjingini, sum er ein verkætlan grundað á ástøðiliga partin.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið mál- og lesimenning/didaktikkur sum part av hugvísindabreytini á øðrum ári, skal, tá ið skeiðið er lokið: • duga at greiða frá grundleggjandi ástøði um málsligu menning barna, lesitilgongdum lesitilognan, lesimenning, lesifatan, ymsum hættum at arbeiða við lesing, ymiskari eftirmeting av lesitilgongdum og ymiskum sløgum av lesitrupulleikum. • megna at t lýsa skrivi- og stavimenningina í mun til lesimenningina herímillum sambandið millum lesing og skriving. • vera førur fyri t brúka grundleggjandi háttaløg í verki og duga at lýsa vandamál í lesiundirvísing við støði í almennum innliti í lesing.
Próvtøkuháttur
Í uppgávunum skal vera ein ástøðiligur og ein verkligur partur, sum skulu knýtast saman og enda við eini ætlan fyri, hvussu lærutilgongdir kunna leggjast til rættis. Tey lesandi skriva eina próvtøkuuppgávu, ið skal vera 15 blaðsíður.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlistan, tá skeiðið byrjar
Ábyrgd
Karolina Matras