7264.16 - Burðardyggleiki og náttúruvísindalig háttaløg


Skeiðsnummar
7264.16
Heiti
Burðardyggleiki og náttúruvísindalig háttaløg
ECTS
20
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið er, at lesandi gjøgnum skeiðið fáa breiðan kunnleika um og fatan av hugtakinum “Burðardyggleiki” sum eitt hugtak, ið viðkemur øllum borgarum. Eisini skulu lesandi duga at nýta grundleggjandi, náttúrvísindalig háttaløg í fakligum samanhangum innan náttúruvísindalig fakøki, í hesum førinum “Burðardyggleika”. Lesandi skulu gjøgnum skeiðið ogna sær didaktiskar førleikar at undirvísa innan náttúrufakini, herundir at nýta ymisklig háttaløg og fjøltáttaðar læruhættir.
Innihald
Innihaldið á skeiðnum snýr seg um hesi viðurskifti: • Menna, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingar-/lærutilgongd sum skal roynast í starvslæru í aftaná burðardyggleikaskeiðið. • Burðardyggleiki í ESD-skúlum (ESD merkir: Education for Sustainable Development), og í føroyska fólkaskúlanum • Ymsar skilmarkingar og fatanir av hugtakinum “burðardyggleiki” • Týdninginum av javnvág í natúrligum ringrásum og tilgongdum • Burðardyggleiki í føroysku fiskivinnuni • Burðardygg turisma • Burðardyggur landbúnaður • Grundleggjandi náttúruvísindalig háttaløg • Starvslæra, sum verður lýst í serstøkum skjali.
Læru- og undirvísingarhættir
Skiftandi felags undirvísing og fyrilestrar, bólkaundirvísing og individuelt arbeiði hjá lesandi. Eisini royndir frá praksis í smb. við starvslæru. Læringsástøðiliga byggir skeiðið í stóran mun á konstruktivistiskar/social- konstruktivistiskar læruhættir, læring í felagsskapum og praksis-relateraða læring gjøgnum samstarv og persónligar royndir.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at: • menna, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingar- og lærutilgongdir um burðardygd • brúka ymsar læruhættir í undirvísingar-/læringshøpi, herundir skipaða nýtslu av sjálvsstøðugum, spurdómsstýrdum verkætlanararbeiði, royndum, savnsvitjanum, eygleiðingum, dokumentatión og ymsum náttúrvísindaligum háttaløgum. • nýta háttaløg og amboð sum royndir, ekskursiónir og KST (kunningar og samskiftis tøkni) brúka sín kunnleika um burðardyggleika-hugtakið, og vitan um náttúrligar prosessir og ringrásir í starvslæruhøpi
Próvtøkuháttur
Lesandi, einsæris ella í bólki, skulu skriva eina størri, skrivliga spurdómsstýrda verkætlanaruppgávu (lýst í serligum uppgávuskjali, har sjálv verkætlanaruppgávan sameinir fak, fakdidaktikk og praksismøguleikar).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen