7265.16 - Talgild og náttúruvísindalig lærufrøði og háttaløg


Skeiðsnummar
7265.16
Heiti
Talgild og náttúruvísindalig lærufrøði og háttaløg
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður í Námsvísindadeildini
Endamál
At lesandi ogna sær førleika at gagnnýta kunningar- og samskiftistøkni (KST) og margmiðlar innan náttúruvísindaliga didaktikk og at knýta faklig og háttalagslig viðurskifti saman við talgildu møguleikunum
Innihald
• Teldlar sum íblástur til undirvísing í náttúruvísindum • Ymsar fatanir av náttúruvísinda-didaktikk • KST sum amboð innan náttúruvísindalig háttaløg generelt, og sum serstøk didaktisk amboð • KST sum samskiftis- og samstarvsamboð • Ymiskir málbúnar (t.d. visualitet) so sum film og animasjón í sambandi við náttúrufaksundirvísing • Kunnleika til og duga at nýta samvirknar talvur tøkniliga og lærufrøðiliga (didaktist) • KST sum amboð til fakliga dokumentasjón
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstova, framløgur, bólkaarbeiði, margmiðlaframleiðsla, uppgávuskriving Læring og menning gjøgnum egnar aktivitetir og í samstarvi við onnur, kombinerað við skiftandi undirvísingar-uppleggum frá undirvísarum.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu lesandi vera før fyri: 1) at brúka fjølbroyttar undirvísingarhættir innan náttúruundirvísing 2) at leggja til rættis, fremja, dokumentera og eftirmeta undirvísing grundað á talgilt tilfar 3) kritiskt at meta um møguleikar og avmarkingar fyri talgildari læring innan náttúrufaksundirvísing
Próvtøkuháttur
Gjøgnum skeiðið hava tey lesandi framløgur og smærri uppgávur, sum allar skulu vera svaraðar og góðtiknar fyri at standa skeiðið. Skeiðið endar við uppgávu, har tey lesandi í bólki skulu gera eina lærufrøðiliga margmiðlaframløgu við støði í verkætlanum tey hava gjørt higartil á breytini. – Stendur lesandi ikki, skal hann – við støði í supplerandi krøvum frá undirvísarunum – bøta um avrikið, so at tað kann metast av nýggjum. Freistin fyri innlatingini verður ásett av útbúgvingarleiðaranum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjað við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen