7269.16 - Náttúra, veður og veðurlag


Skeiðsnummar
7269.16
Heiti
Náttúra, veður og veðurlag
ECTS
15
Fortreytir
Lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeilding
Endamál
At tey lesandi fáa eina grundleggjandi fatan av føroysku veðrinum og náttúruni, síggja lærumøguleikar í umhvørvinum bæði í og kring skúlan, og kenna seg trygg við at nýta náttúruna í undirvísingarhøpi.
Innihald
Um undirvísing: Portfoliur, Vent flokshøli/læring, Akademisk skriving, Fjølvitskur, Tvørfaklig undirvísing, Vísindaverkstovur Um veður og veðurlag: Sólin sum drívmegi, Veðurlagsbroytingar, Lágtrýst og hátrýst Um náttúru, útiskúlar og náttúruvísindalig søvn: Møguleikar og vandar uttandura, Fuglar, Menning av dýrum, Føroyska náttúran, Útiskúlar (uttandura undirvísingarmiðstøðir), Søvn sum náttúruvísindaligir undirvísingardeplar (við vitjan til Náttúrugripa- og Náttúruvísindalig søvn).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, framløgur, útferðir, venjing í útiskúla, kunningartøkni, vísindaverkstovur Við tí endamáli at síggja nýggjar hættir, hvussu náttúran kann nýtast í undirvísingarhøpi, verður farið til Burren Outdoor Educational Centre í Írlandi. Eisini verður farið á Natural History Museum og á Science Gallery í Dublin, og til Armagh Planetarium í Norðurírlandi at síggja hvussu tey leggja til rættis tiltøk bæði fyri børnum og lærarum. Eisini verða føroysku søvnini vitjað, og við støði í hvat verður gjørt á søvnunum í Dublin, verður viðgjørt, hvussu føroysku søvnini kunnu brúkast í skúlahøpi.
Læruúrtøka
1) At nýta náttúruna sum amboð í tvørfakligari undirvísing 2) At leggja til rættis, gjøgnumføra og eftirmeta ein dag í útiskúla 3) At nýta mennandi spøl og vísindaverkstovur sum part av náttúruundirvísing 4) At lýsa og greina føroyska veðrið og náttúruna, við teimum djórum, plantum og soppum, sum liva har
Próvtøkuháttur
Møti- og aktiv luttøkuskylda er til skeiðið. Um tann lesandi hevur møtt minni enn 80% av tímunum, skal hon/hann standa eina fleirsvara uppgávu við 80 spurningum úr øllum pensum, har í minsta lagi 50 spurningar skulu vera rætt svaraðir. Portfoliuframløgur og skrivligar uppgávur eru regluliga gjøgnum alt skeiðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Armstrong, Thomas (2009) Multiple Intelligences in the Classroom. 3. útg. Alexandria, VA: ASCD® (kap. 1, 2, 10) (Avoldað donsk útgáva finst, men hon má lesast við fyrivarni. Er frá 1994, í danskari týðing frá 2005). – Síðutøl í ensku útgávuni: kap. 1 – The foundations of MI Theory 5-19, kap. 2 – Mi Theory and Personal Development s. 20-31, kap. 10 MI Theory and Assessment, s. 130-148. Bentsen, P. (2010). Udvid skolens læringsrum. Skolen i morgen 6: 10-14. Broda, H.W. (2011). Moving the Classroom Outdoors: Schoolyard-Enhanced Learning in Action. Stenhouse Publishers: 216 bls. Cornell, J. (1998) Sharing nature with children: the classic parents’ and teachers’ nature awareness guidebook, 2nd ed. Dawn Publications, Nevada City. Fosaa, A.M., Gaard, G., Dalsgarð, J. og Gaard, M. (ritstj.), Føroya Náttúra. Lívfrøðiligt margfeldi (bls. 11-21). Tórshavn, Føroya Skúlabókagrunnur: bls. 11-21 (Lívfrøðiligt margfeldi) og bls. 211-229 (Fjølbroytta føroyska náttúran í samandrátti) Health & Safety on Educational Excursions 1, 2 og 3 (2004) Edinbourgh, Smarter Scotland, Scottish Executive. Jensen, J-K. og Sørensen, S. (2015). Færøernes fugle - fakta og tal / Birds of the Faroe Islands - facts and numbers. Tórshavn, Forlagið í Støplum: 363 bls. Johansen, J. (2000) Føroysk flora. Tórshavn, Føroya Skúlabókagrunnur: 485 bls. Lamhna, É.N. (2009) Wild things at school. A book for primary school teachers. Meath County Council: 58 bls. http://www.heritagecouncil.ie/fileadmin/user_upload/Publications/Education/Wildlife_in_Schools.pdf Louv, R. (2008) Last child in the wood. Saving our children from Nature-Deficit Disorder. Algonquin Books (updated and xxpanded edition): 416 bls. (Fæst eisini á donskum – Det sidste barn i skoven) Meyer, M. (1997) The GREENing of learning: Using the eight intelligence. Teaching for Multiple Intelligences 55(1): 32-34. Nyholm Debes, H. (2009). Finnur fluga. Forlagið í Støplum, Tórshavn. Sørensen, S. og Bloch, D. (1990) Fuglar í Norðurhøvum. Tórshavn, Føroya Skúlabókagrunnur: 277 bls. Strandberg, L. (2013) Vygotski í verki. (brot um portfoliur) Vestergaard, J. , Rald, E. og Vesterholt, J. (1994) Føroyskir soppar. Tórshavn, Føroya Skúlabókagrunnur og Føroya Náttúrugripasavn: 171 bls. Waite, S. (ed) (2011) Children learning outside the classroom from birth to eleven. Sage Publications: 264 bls.
Ábyrgd
Erla Olsen