7270.16 - Praktisk-musiska dimensiónin í undirvísing


Skeiðsnummar
7270.16
Heiti
Praktisk-musiska dimensiónin í undirvísing
ECTS
12
Fortreytir
hava staðið 1. L
Endamál
Endamálið við modulinum er: at tey lesandi fáa fatan av, hvat meinast við praktisk/musisku dimensiónina, og at tey gerast før fyri at skilja týdningin av henni í undirvísingarhøpi.
Innihald
Ástøðiligt: praktisk-musiska dimensiónin, estetiskar lærutilgongdir, visuel mentan, materiel mentan, undirvísing í og við praktisk/musiskum lærutilgongdum. Verkligt: Litlæra, tilfarslæra, verkstaðarkunnleiki, kreativt arbeiði
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum ástøðiliga og verkliga læring. Ástøðilga fevnir undirvísingin um fyrilestrar, egna lesing og skriving, og kjak í bólkum og í plenum. Verkliga fevnir undirvísingin um myndaarbeiði, telduarbeiði, handverksligar designprosessir og verkætlanararbeiði einsæris og í bólki.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal hin lesandi duga at: • Skilja og kenna fakøkið, og fáa eina fatan av sínum møguleikum og førleikum innan kreativa fakøkið • Greina og skilja ímillum ymisku ástøðini, sum viðgera kreativitet, estetiskar lærutilgongdir, skapandi læru og praktisk/musisku dimensiónina. • Samskifta og samstarva munnliga og skrivliga um fakøkið, og viðgera sambandið millum ástøði og verkliga nýtslu • Tann lesandi skal hava førleika at arbeiða kreativt og at fáa nýggj hugskot í samband við ymiskar handverksligar og listarligar verkætlanir og arbeiðsmátar • Nýta teldutøkni í kreativari prosess
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við: einsæris 48 tíma uppgávu og framløgu fyri flokkinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sjúrður Hansen