7271.13 - Námsætlanin í kreativari tulking


Skeiðsnummar
7271.13
Heiti
Námsætlanin í kreativari tulking
ECTS
13,5
Endamál
Endamálið við modulinum er, at tey lesandi fáa fatan av, hvussu arbeiðast kann skapandi, kreativt og innovativt innan ymisk fakøki í fólkaskúlanum. At tey gerast før fyri at nýta fantasi og kreativitet, tá lærutilgongdir verða skipaðar. At tey læra at leita sær íblástur úr egnari og øðrum mentanum. At tey læra at hugsa burðardygt í undirvísingarhøpi. At tey fáa fatan av, hvussu tvørfaklig undirvísing kann skipast.
Innihald
Útvaldar námsætlanir fyri fólkaskúlan í breiðari merking. Tvørfakligheit í undirvísing og burðardygd í undirvísing verður viðgjørt ástøðiliga og verkliga. Jólaverkætlan.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal hin lesandi duga at: • Greina innihaldið í námsætlanum, og við ástøðiligari grundgeving vísa á ymiskar møguleikar fyri kreativari undirvísing innan útvaldar lærugreinar, í einstøkum lærugreinum og/ ella tvørfakligt • Greiða frá og og grundgeva fyri týdninginum av burðardyggleika í undirvísingarhøpi • Fyrireika og luttaka í verkætlan, ið er knýtt at árstíð og høgtíð
Próvtøkuháttur
Eftirmeting: fleiri stuttar ritroyndir, sum verða dømd so hvørt, framløga, jólaverkætlan
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali