7272.16 - Framførsla - at standa fram


Skeiðsnummar
7272.16
Heiti
Framførsla - at standa fram
ECTS
12
Fortreytir
Hava staðið 1.árið
Endamál
Endamálið við modulinum er, at tey lesandi læra at brúka framførslu og tað at standa fram sum didaktiskt amboð, til tess at fremja læringsmøguleikarnar hjá børnum í fólkaskúlanum.
Innihald
• Verkligt: Tey lesandi fyrireika og seta í verk eina verkætlan, har tónleikur, drama og handverksfakini verða samantvinnað til at skapa eina framførslu fyri børnum og vaksnum. Arbeitt verður tvørfakligt og projektorienterað, men fram ímóti einum produkti. • Ástøðiligt: Kreativitet, fantasi, innovatión og narrativitet. Framførsla sum didaktiskt amboð.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum ástøðiliga og verkliga læring. Ástøðiliga fevnir undirvísingin um fyrilestrar, egna lesing og skriving, og kjak í bólkum og í plenum. Verkliga arbeiða tey lesandi við at skapa eina verkætlan, har tónleikur, drama og handverksfakini verða samantvinnað til at skapa eina framførslu fyri børnum og vaksnum
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi hava førleika at: Planleggja, fyriskipa og gjøgnumføra eina kreativa verkætlan Samstarva um felags mál, og saman við øðrum taka á seg uppgávur og ábyrgd til innovativt framførsluavrik Taka støðu til, og grundgeva fyri avgerðum, við støði í didaktiskum og pedagogiskum grundgevingum Eftirmeta og kvalitetstryggja eina verkliga tilgongd
Próvtøkuháttur
Eftirmeting: uppgáva um lærutilgongdina verður skrivað einsæris ella í bólki. Um skrivað verður einsæris skal uppgávan vera 10 normalsíður, í bólki 12 síður (+/- 10%).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Sjúrður Hansen