7273.16 - Starvslærufyrireiking, starvslæra og starvslærufrágreiðing


Skeiðsnummar
7273.16
Heiti
Starvslærufyrireiking, starvslæra og starvslærufrágreiðing
ECTS
12
Fortreytir
At lesandi hevur staðið 1. árið
Endamál
Endamálið við modulinum er, at tey lesandi í sambandi við starvslæru gerast før fyri at fyrireika og gjøgnumføra eina kreativa verkætlan, við ástøðiligum grundarlagi og verkligari gjøgnumføring.
Innihald
Kreativ verkætlan í starvslæruni. Didaktisk og verklig ætlan, sum skal fyrireikast, gjøgnumførast og eftirmetast.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum ástøðiliga og verkliga læring. Ástøðiliga fevnir undirvísingin um fyrilestrar, egna lesing og skriving, og kjak í bólkum og í plenum. Verkliga fevnir skeiðið um fyrireiking av starvslæruni, m.a. eygleiðing av flokki, seta seg inn í teirra førleikar, fyrireika kreativa lærutilgongd og starvslæru.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi innan tvørfakliga kreativa undirvísing duga at: - at kanna og seta seg inn í tilfar - at leita sær vitan um nýggj øki - planleggja og gjøgnumføra eina størri kreativa verkætlan saman við børnum, ið er tvørfaklig - taka initiativ, og at taka á seg uppgávur og ábyrgd
Próvtøkuháttur
Starvslæra, skrivlig uppgáva og framløga
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Sjúrður Hansen