7274.16 - Verkætlan


Skeiðsnummar
7274.16
Heiti
Verkætlan
ECTS
10,5
Fortreytir
At lesandi hevur staðið 1.árið
Endamál
Endamálið við modulinum er, at tey lesandi við støði í kanningarferð læra at leita sær íblástur til egna verkætlan, har støði verður tikið í egnari og aðrari mentan, og at tey við at gjøgnumføra eina tílíka verkætlan ogna sær amboð til ástøðiligt grundað og verkliga gjøgnumført kreativt arbeiði.
Innihald
Farið verður í námsferð, sum verður planløgd saman við teimum lesandi. Áðrenn farið verður avstað, gera tey lesandi eitt miðvíst fyrireikingararbeiði, til tess at seta sær ítøkilig læringsmál við ferðini. Við støði í kanningum á námsferðini velja tey lesandi eitt øki at arbeiða við. Tey lesandi gjøgnumføra eina sjálvvalda uppgávu einsæris ella í bólki.
Læru- og undirvísingarhættir
Arbeitt verður í stóran mun sjálvstøðugt við verkætlanini, sum er bæði ástøðilig og verklig. Spurdómur og arbeiðsøki skal orðast í samstarvi millum lesandi og lærarar. Tey lesandi fáa vegleiðing í verkætlanartíðini.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at: - planleggja og stýra eina kreativa verkætlan í undirvísingarhøpi - seta seg inn í egna og aðra mentan við at gjøgnumføra eitt kanningararbeiði, ið verður grundarlag fyri verkætlan, har hin lesandi megnar at velja og grundgeva fyri sínum valum - greiða frá og greina fakøkið, og duga at nýta kreativitet sum didaktiskt amboð - arbeiða nýskapandi og við forvitni við kreativum og estetiskum pedagogikki
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva, verkligt avrik, og framløga
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Sjúrður Hansen