7290.14 - Filmur


Skeiðsnummar
7290.14
Heiti
Filmur
ECTS
13,5
Endamál
Skeiðið er grundskeið í filmgreining, við denti á fiksjónsfilm, og hevur sum fremsta mál: • at gera ta/tann lesandi tilvitandi um tað, sum sermerkir filmar og teirra evni at ávirka okkum • at gera ta/tann lesandi stinna/n í at greina filmmál og filmlistfrøði. • at búgva ta/tann lesandi til at kunna undirvísa børnum í fólkaskúlanum í filmgreining.
Innihald
Innleiðsla verður givin í filmmál, filmlistfrøði og filmgreining, og út frá hesum verða filmir greinaðir. Harumframt verður arbeitt við, hvussu undirvísast kann í hesum í fólkaskúlanum. Undirvíst verður í hesum sambandi eisini í at klippa myndir og filmbrot og framløgu við PowerPoint. Á skeiðinum verða millum annað hesi evni viðgjørd: • Filmmálið: Mállæra myndamálsins, stakmyndin, litir og ljós, ljóð, myndatólsrørslur, klipping, filmtíð og rúm. • Filmlistfrøði: Aristoteleska og ikki-aristoteleska leiklistfrøðin, frásøgufyrimyndir, frásøgufólkið, dramatiski karmurin og boðskapurin, útseting og karakterir. • Filmgreining: Ymisk greiningarsløg, so sum sjangrugreining, o.a. • Frálæra í filmgreining. • Klipping av myndum, filmbrotum og PowerPoint-framløga.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin skiftir millum floksundirvísing við lærara, sjálvlestur og munnligar framløgur og skrivlig verkevni, sum bólkar ella einstaklingar standa fyri.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið skeiðið „Filmur“ sum part av BA-prógvi á Námsvísindadeildini, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið grundleggjandi innlit í filmvísindalig háttaløg. Við hesari vitan skal tann lesandi duga at: • greina og tulka filmar og viðgera ta ávirkan, teir hava. • flætta filmar inn í fólkaskúlaundirvísing við at fyrireika undirvísingargongdir í filmi
Próvtøkuháttur
Á skeiðinum krevst virkin luttøka av tí lesandi og 80 % hjávera. Bólkapróvverkevni um film í endanum av skeiðinum. Verkevnið verður grundarlag undir starvslæruni, tey lesandi hava í januar. Umframt at prógva sínar fakligu og didaktisku førleikar, skulu tey lesandi orða seg vandaliga, hava gott orðalag og stava rætt, og duga at skipa skrivliga próvverkevnið væl. Trý lesandi vera í hvørjum bólki. Lesandi skulu verja próvverkevni í eini munnligari framløgu. Endaliga próvtalið er bygt á bæði skrivliga og munnliga avrikið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Elin Hentze