7294.14 - Próvtøkuverkevni


Skeiðsnummar
7294.14
Heiti
Próvtøkuverkevni
ECTS
6
Endamál
Endamálið er, at lesandi við hollari vitan um Evropiska mentasøgu I og II klárar at viðgera djúptøkiliga og vandaliga eitt sjálvvalt evni bæði fakliga, námsfrøðiliga og didaktiskt.
Innihald
Innihaldið í skeiðnum fevnir um: • Sjálvstøðugt arbeiði • Vegleiðing
Læru- og undirvísingarhættir
Tilgongdin í próvtøkuverkevninum fevnir um: • sjálvstøðugt arbeiði við próvtøkuverkevninum einsæris ella í bólki • læraravegleiðing
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi í sínum sjálvvalda evni sýna, at: • tey duga at brúka greiningaramboð og tulkingarhættir í bókmentum og myndlist • tey við støði í sínum próvtøkuverkevni duga at greiða frá viðkomandi námsfrøðiligum og didaktiskum ástøði, og hvussu tey kunnu verða brúkt í verki • tey við støði í sínum próvtøkuverkevni duga at leggja til rættis eina fjølbroytta og nýhugsandi undirvísingargongd til ein 10. flokk í 6 vikur • tey duga at seta uppgávuna og undirvísingartilfarið í frásjón
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva, undirvísingargongd og munnlig framløga
Próvdøming
Uttanhýsis
Ábyrgd
Hanne Jacobsen