7295.15 - Mál- og skriftmálsmenning fyri skúlaaldur


Skeiðsnummar
7295.15
Heiti
Mál- og skriftmálsmenning fyri skúlaaldur
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini, Fróðskaparsetur Føroya.
Endamál
Endamálið við skeiðnum Mál- og skriftmálsmenning fyri skúlaaldur Tey lesandi skulu fáa innlit í hugtøk í vísindi innan kognitiva menningarsálarfrøði, fyrstu málmenningina, ljóðlæru, skriftmálsbrúk í samfelagnum, og hvussu børn uppdaga skrivingina.
Innihald
Mál- og skriftmálsmenning fyri skúlaaldur: 1. Móðurmálið og hvussu málið háttar sær 2. Málmenning í menningarsálarfrøðiligum høpi 3. Fyrsta málmenningin 4. Móðurmálið heima og og úti í samfelagnum, t.d. á stovni 5. Málmenning í skriftmálsliga samfelagnum 6. Málsligir samskiftisførleikar 7. Ljóðlæra sum grundarlag undir háttinum børn uppdaga skrivingina 8. At uppdaga skrivingina
Læru- og undirvísingarhættir
Mál- og skriftmálsmenning fyri skúlaaldur: Skeiðið er bygt upp av fyrilestrum, hugleiðingarfundum, bólkaarbeiði og sjálvlestri. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta tí lesandi at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Mál- og skriftmálsmenning fyri skúlaaldu. Við skeiðslok skulu tey lesandi megna: • at lýsa og kritiskt viðgera kognitiva menningarsálarfrøði • at lýsa grundleggjandi tættir í fyrstu málmenningina hjá børnum • at greiða frá, hvussu málið verður nýtt • at greiða frá grundarlagnum undir lesitilgongdum • at lýsa byrjandi skrivi- og stavimenningina
Próvtøkuháttur
Próvtøkan verður lýst nærri í serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Karolina Matras