7309.17 - Føroya søga í 19. og 20. øld.


Skeiðsnummar
7309.17
Heiti
Føroya søga í 19. og 20. øld.
ECTS
15
Fortreytir
Staðið 1. og 2. lestararár. 4. árslesandi skulu hava staðið B.Ed. verkætlanina
Endamál
Endamálið er: 1. at lesandi vinna sær vitan og fatan av høvuðsgongdini í Føroya søgu í 19. og 20. øld, og 2. at lesandi fáa fatan av, hvussu søguskriving á haldgóðum grundarlagi verður til, og hvat háttarlag verður nýtt. Høvuðsendamálið við skeiðinum er at arbeiða seg fram til eina sjálvstøðuga fatan av, hvussu søguskriving á einum vísindarligum stigi verður til, hvørji háttarløga nýtt verða, og hvørjar søgufatanir kunnu ligga til grunds fyri vali av søguligum evnum, spurdómum og framsetingum. Eisini verður komið inn á, hvussu hetta kann síggjast aftur í søgu/samtíðarundirvísing fólkaskúlans, t.e. søgudidaktikki. Roynt verður at seta skeiðið í samband við annan lesna, ið lesandi hava verið ígjøgum, serliga vísindaástøði og náms-/sálarfrøði/didaktikk. Somuleiðis verður miðað eftir, at linjulesturin skal sampakka við høvuðskrøvini til bachelor- og yrkisrættaða verkætlanina.
Innihald
I. Analýsa av søguligari framseting (doktararitgerð) II. Keldukritikkur og keldulesnaður til evnið Ad. I: Við støði í greining av H.J. Debes: Nú er tann stundin . . . saman við lesnaði av ókendum keldutilfari verður dentur lagdur á at analýsera seg fram til nøkur høvuðseyðkenni við høvuðsverkinum, ið lesandi kunnu gera sær dælt av, tá tey seinni skula skapa sjálvstøðuga søguskriving: Spurdómur, partsspurdómar, tesis, avmarking, sjónarhorn (búskaparlig, sosial, mentanarlig og politiskt) søgusýni/-fatan, metingarhættir, skrivistílur, høvuðsniðurstøða, perspektivering (m.a. kronologisk og geografisk) og egnar metingar av hesum. Ad II: Við støði í bókini Søgufrøði og øðrum ískoytistilfari koma lesandi við kelduvenjingum at gera sær tankar um kelduvirðið í heimildunum og hvørji atlit eiga at verða tikin, eisini áðrenn farið verður undir eina innihaldstulking. Eisini verður dentur lagdur á, at øll søguskriving er tíðarbundin og at søga í fólkaskúlahøpi - umframt at verða eitt vitanarfak - eisini er eitt dannilsisfak, har sjálvstøðug støðutakan er kravdur partur. Gjøgnumgingið verður m.a. hesi evni: At finna fram heimildir, keldusløg, ytri meting, keldur av 1. og 2. hond, hall, munnligar heimildir, fram- og afturlítandi keldur, málslig frábrigdi, og faklig hugtøk, ið kunnu verða tíðarbundin.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, kjak, kelduvenjingar, analýsuuppgávur og viðgerð, umframt venjingar í at leita fram tilfar og taka støðu til, hvussu hetta kann brúkast.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi: • Hava eina breiða vitan og fatan av søgugongdini í Føroyum í 19. og 20. øld • Verða før fyri at meta um og viðgera keldutilfar • Verða før fyri at viðgera spurdómar út frá givnum kelduheimildir • Duga úr frá heimildunum at skjalprógva (dokumentera) grundarlagi fyri viðgerðini • Verða før fyri at tulka heimildir og grundgeva fyri egnum niðurstøðum
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmett við 3-tímas (180 min.) innanhýsis skrivligari roynd, lutvíst við kendum og ókendum keldutilfari. Hetta við støði í lisna tilfarinum og við keldukritiskum atliti at gera eina søguliga framseting.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Umframt tilfarið nevnt í skeiðslýsingini ískoytistilfar, sum verður lagt út á Moodle so hvørt.
Ábyrgd
Dagbjartur Debes