7320.17 - Søgudidaktikkur og starvslæra


Skeiðsnummar
7320.17
Heiti
Søgudidaktikkur og starvslæra
ECTS
10
Fortreytir
Staðið 1. lestararár. 4. árslesandi skulu hava staðið B.Ed. verkætlanina.
Endamál
Søgudidaktiski parturin (vika 4-10) fevnir um at geva innlit í og kunnleika um søgudidaktiska teori út frá ymsum fatanum. Hetta fyri at lesandi kunnu gera væl grundgivnar og sjálvstøðugar metingar og niðurstøður um søguundirvísing fólkaskúlans. Síðani at samansjóða hetta við tað sjálvvalda evni til eina dygdargóða undirvísing í søgu/samtíð, ið skal byggja á eina fakliga viðgerð av søgufakligum og søgudidaktiskum spurdómum. Lesandi skulu í starvslæruni (v. 5-7) duga at leggja til rættis, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingini og gera sær egnar niðurstøður um avrik næminga, umframt at duga at savna inn og sjálvstøðugt viðgera empiriska vitan um fólkaskúlans viðurskifti.
Innihald
Umframt pensum niðanfyri koma lesandi, meðan tey eru í starvslæru, at viðgera eitt sjálvvalt evni – bæði søgufakliga og søgudidaktiskt. Eftir starvslæruna hava lesandi 2 vikur til at eftirviðgera starvslæruna og at skriva synopsuna. Seinasta vikan er at fyrireika og gjøgnumføra munnligu próvtøkuna. Í viku 9 hava lesandi framløgu av tí evni, sum tey fara til próvtøku í.
Læru- og undirvísingarhættir
Upplegg, sjálvlestur, tilrættalegging av undirvísing og framløgu hjá lesandi. Lesandi fáa 3 vegleiðingar til synopsuna, av hesum er tann fyrsta, meðan tey eru í starvslæru og hinar tvær í viku 8 og 9.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi duga at: • Viðgera eitt sjálvvalt søgufakligt evni • Viðgera søgudidaktiskar spurningar, ið liggja til grunds fyri søguundirvísing fólkaskúlans • Leggja til rættis, gjøgnumføra og meta um eina søguundirvísingargongd í fólkaskúlansum, sum skal samansjóða søgufaklig og søgudidaktiska vitan og førleika.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við at lesandi ger eina spurnarstýrda verkætlan í synopsuformi (8-10 s.), ið endar við munnligari próvtøku. Verkætlanin skal eisini fevna um eina ársætlan, undirvísingargongd og dømi um próvtøkuspurning til ein 9. fl. Munnlig próvtøka út frá synopsu við uttanhýsis próvdómara (7-talsstigin). Krøv til synopsuna Síðutal av teksti: 8-10 síður. Fylgiskjøl: Í mesta lagi 10 síður. Minst 30 tilvísingar Umframt gjøgnumgingið pensum (ið eisini verður lagt til grunds fyri munnligu próvtøkuni) er vegleiðandi síðutalið fyri sjálvvalda evninum (søgufakliga og søgudidaktiskt) sett til umleið 300 síður. Av hesum skulu minst triðingur verða søgufakligar heimildir. Út frá felags pensum, sum er útflýggjað kompendium 23. jan., kunnu lesandi í synopsuni leggja serligan dent á sjálvvalt evni í søgudidaktikki. Heimildirnar verða skipaðar sum: a. Søgufakligar heimildir b. Søguligar keldur c. Fakdidaktiskar heimildir d. Háttalag e. Annað Fylgiskjølini skulu sum tað minsta fevna um: 1. Praktikkætlan 2. Út frá galdandi námsætlan fólkaskúlans: Dømi um ársætlan og undirvísingargongd til tað floksstig, praktikanturin hevur undirvíst í. 3. Dømi um næmingaeftimeting frá starvslæruni (næmingaavrik) 4. Dømi um próvtøkuspurning á 9. floksstigi. Innlatingarfreist av synopsuni er vika 9 (nærri verður kunngjørt seinni). Próvtøkan verður í viku 10 og verður skipað sum ein 10 min. framløga og 25 min. til kjak og spurningar, samanlagt í mesta lagi 35 min.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Historiebevidsthed i centrum. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal Hvad er historie? Úr: Kjeldstadli, Knut. (2001). Fortiden er ikke hvad den har været – en indføring i historiefaget. Frederiksberg: Roskilde Universitetsforlag/Samfundslitteratur. Kronologi og lange linjer. Úr: Jensen, Jacob Ringsing & Wiben, Peder (ritstj.). (2005). Historiedidaktik. København: Forlaget Columbus og Historielærerforeningen for gymnasiet og HF. Ny faglig kvalitet i historieundervisningen. Úr: Bryld, Claus v.fl. (2000). Historieskabte såvel som historieskabende. 7 historiedidaktiske essays. Frederikshavn: OP-forlag i samarbejde med Foreningen af lærere i Historie og Samfundsfag. Fortælling i historieundervisningen. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. Fortelling, simulering og rollespil. Úr: Lund, Erik. (2009). Historiedidaktik. En håndbok for studenter og lærere. Oslo:Universitetsforlaget. Billeder som læremidler. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. Bilder som kildemateriale. Úr: Lund, Erik. (2009). Historiedidaktik. En håndbok for studenter og lærere. Oslo:Universitetsforlaget. Historiske spillefilm. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. Film i historiefaget. Úr: Lund, Erik. (2009). Historiedidaktik. En håndbok for studenter og lærere. Oslo:Universitetsforlaget. Computerspil, brætspil og spillefilm som historiebevidshedens produktionssteder. Úr: Binderup, Thomas. (2007). Historiebevidsthed i det moderne. Fortolkning, oplevelse og forventning. Århus: Kvan. Digitale læremidler. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. Digital læring i historie. Úr: Lund, Erik. (2009). Historiedidaktik. En håndbok for studenter og lærere. Oslo:Universitetsforlaget. Historiebogen. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. Historiske børne- og ungdomsbøger. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. Historiebevisshet og den realistiske romanen. Úr: Bøe, Jan Bjarne (2002). Bildene av fortiden. Historiedidaktik og historiebevisshet. Kristiansand: HøyskoleForlaget. Evaluering og afgangsprøve. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. Elevvurdering – fra reproduktion til tenkning. Úr: Lund, Erik. (2009). Historiedidaktik. En håndbok for studenter og lærere. Oslo:Universitetsforlaget. Historiebevisshet og lokalhistorie. Úr: Bøe, Jan Bjarne (2002). Bildene av fortiden. Historiedidaktik og historiebevisshet. Kristiansand: HøyskoleForlaget. Historiebevisshet og museet. Úr: Bøe, Jan Bjarne. (1999). Barnet og fortellingen. Fortidsfortellingens innflytelse på barnets historiebevisshet. Kristiansand: HøyskoleForlaget. Historie och identitetsbildning. Úr: Karlegärd, Christer & Karlsson, Klas-Göran (ritstj.). (1997). Historiedidaktik. Lund: Studentlitteratur. Hvass, Helle & Jørgensen, Peter Stray. (2014). Synopsiseksaman. Og andre mundtlige eksamensformer med skriftligt materiale. Frederiksberg: Samfundslitteratur.
Ábyrgd
Dagbjartur Debes