7325.17 - Mál og samskifti


Skeiðsnummar
7325.17
Heiti
Mál og samskifti
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er at lesandi yvirskipað skulu menna og ogna sær (“eksemplariskar”) førleikar at skipa, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingartilgongdir í donskum máli: 1. Innan munnligu og skrivligu dimensjóninirnar 2. Samskifti, her undir talgilda samskifti. 3. Byrjunarundirvísing, men eisini undirvísing á mið-/hástigi
Innihald
Yvirskipaða innihaldið á skeiðnum fevnir um hesi øki: • Danskt sum “annað-” ella fremmanda-mál í Føroyum • Byrjanarundirvísingin í donskum í føroyska fólkaskúlanum • Viðgerð av barnatekstum • Tekn- og samskiftisástøði • Víðkaða teksthugtakið - myndir og animatión (herundir egin animatións-framleiðsla) • Mállæra og argumentatión • Fakdidaktikk – herundir læringsástøði og menning av undirvísingartilgongdum
Læru- og undirvísingarhættir
Á hesum skeiðnum verða fjølbroyttir læru- og undirvísingarhættir brúktir, m.a.: • Lærarastýrd undirvísing (fyrilestrar, framløgur etc., har lærarin er tann aktivi í didaktisku støðuni, tó við møguleikum fyri dialogi við lesandi) • Bólka- og einstaklinga arbeiði, har lesandi sjálv eru aktiv – í eini adidaktiskari lærings-støðu – har tey royna at loysa ymisk sløg av uppgávum. Lærarans leiklutir kunnu her vera ymiskir, t.d. vegleiðari, ger tað “lættari” (facilitator), eggjar (motiverar) etc.... • Lesandi skulu skriva styttri uppgávur, t.d. styttri tekstviðgerðir, essays, lesa og “rætta og meta um” tekstir frá næmingum úr fólkaskúlanum... • Lesandi skulu eisini í stuttari praksis royna at brúka ein undirvísingar-tilgongd í fólkaskúlanum, sum tey sjálv hava ment • Lesandi skulu gera venjingar (t.d. við argumentatión og mállæru), umframt sjálvlestur
Læruúrtøka
Til tess at lesandi skulu menna og ogna sær førleikar til at skipa, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísing, krevst tey skulu duga: At brúka almennu námsfrøðina/didaktikkina saman við fakdidaktikkini í undirvísingartilgongdini At reflektera um egna fyrireiking og gjøgnumførslu av undirvísing, so tey gerast betri til at brúka lærings-ástøði skilvíst At tey hava ogna sær góðan kunnleika og vitan um tey eksemplarisku fakøki, sum skeiðið hevur snúð seg um At tey lesandi, via transfer, megna at brúka samskiftis evnini, tey hava lært á skeiðnum, í starvslæru undirvísingini
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmett við støði í eini styttri, skrivligari spurdómsstýrdari uppgávu, sum tekur støði í stuttu starvslæruni, tey lesandi hava gjøgnumført í fólkaskúlanum. Skrivliga uppgávan verður próvdømd saman við eini munnligari roynd, har skrivliga avrikið telur mest (uml. tveir triðingar). Starvslæran og spurdómsstýrda uppgávan eru lýst í serligum skjølum. Skeiðið verður mett við innanhýsis próvmeting. Stendur lesandi ikki, skal viðkomandi upp til nýggja roynd. Hin lesandi fær tíð til at bøta um avrikið, so hann kann fara upp til endur- próvdøming. Avtala um tíð og stað til endur-próvdømingina verður gjørd av leiðsluni á NÁD.
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Fullfíggjaði lestrarlistin verður handaður lesandi við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen