7325.18 - Mál og samskifti


Skeiðsnummar
7325.18
Heiti
Mál og samskifti
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er at lesandi yvirskipað skulu menna og ogna sær “eksemplariskar” førleikar at skipa, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingartilgongdir í donskum máli: 1. Innan munnligu og skrivligu dimensjóninirnar 2. Samskifti, her undir talgilda samskifti. 3. Byrjunarundirvísing, men eisini undirvísing á mið-/hástigi
Innihald
Yvirskipaða innihaldið á skeiðnum fevnir um hesi øki: • Danskt sum “annað-” ella fremmanda-mál í Føroyum • Tekn- og samskiftisástøði • Víðkaða teksthugtakið - myndir og animatión (herundir egin animatións-framleiðsla) • Mállæra og argumentatión • Fakdidaktikk – herundir læringsástøði og menning av undirvísingartilgongdum • Viðgerð av barnatekstum - stílum og fyrisøgnum • Byrjunar lesing og –skriving • Obligatorisk lestrarferð til Voksenaasen í Noregi, har lesandi á NÁD skulu á eitt vikuskeið í norðurlendskum máli og samskifti (studentar úr Karlsstad universitetinum eru á sama skeiðnum). Lestrarferðin er ein stórur partur av samlaða skeiðnum, og partur av eftirmetingini av samlaða skeiðnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Á hesum skeiðnum verða fjølbroyttir læru- og undirvísingarhættir brúktir, m.a.: • Lærarastýrd undirvísing (fyrilestrar, framløgur etc., har lærarin er tann aktivi í didaktisku støðuni, tó við møguleikum fyri dialogi við lesandi) • Bólka- og einstaklinga arbeiði, har lesandi sjálv eru aktiv – í eini adidaktiskari lærings-støðu – har tey royna at loysa ymisk sløg av uppgávum. Lærarans leiklutir kunnu her vera ymiskir, t.d. vegleiðari, ger tað “lættari” (facilitator), eggjar (motiverar) etc.... • Lesandi skulu skriva styttri uppgávur, t.d. styttri tekstviðgerðir, essays, lesa og “rætta og meta um” tekstir frá næmingum úr fólkaskúlanum o.a. • Lesandi skulu gera venjingar innan argumentatión, mállæru, lærutilfar og samskifti í breiðum høpi. Venjingarnar skulu eisini umfatað refleksiónir um hvussu omanfyri nevndu temu kunnu mennast til undirvísing í fólkaskúlanum. • Ávegis verða nakrar av hesum smærri uppgávum eftirmettar loypandi
Læruúrtøka
Til tess at lesandi skulu menna og ogna sær førleikar til at skipa, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísing, krevst at tey skulu duga: At brúka almennu námsfrøðina/didaktikkina saman við fakdidaktikkini í undirvísingartilgongdini at reflektera um egna fyrireiking og gjøgnumførslu av undirvísing, so tey gerast betri til at brúka lærings-ástøði skilvíst at brúka kunnleika og vitan um tey eksemplarisku fakøki, sum skeiðið hevur snúð seg um at brúka samskiftis evnini, sum tey hava lært á skeiðnum, og via transfer duga at flyta hesi til ymiskar undirvísingar-støður
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmett við støði í eini styttri, skrivligari spurdómsstýrdari uppgávu, sum tekur støði í sjálvvaldum evni innan mál og/ella samskifti. Skrivliga uppgávan verður próvdømd av undirvísaranum og innanhýsis próvdómara. Spurdómsstýrda uppgávan eru lýst í serligum skjali. Stendur lesandi ikki, skal viðkomandi upp til nýggja roynd.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen