7328.17 - Starvslæruskeið í donskum


Skeiðsnummar
7328.17
Heiti
Starvslæruskeið í donskum
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er at lesandi í praksis skulu vísa, at tey duga at brúka tað tey hava lært á skeiðunum “Mál og samskifti” og “Barna- og ungdómsbókmentir”. Og at tey, í eini próvtøku-uppgávu, megna at nýta, og reflektera um, væl dokumenterað tilfar (empiri) frá starvslæruni.
Innihald
Yvirskipaða innihaldið á skeiðnum fevnir um hesi øki: • Starvslærufyrireiking • Gjøgnumføra starvslæru à 3 vikur (10 t. um vikuna) • Uppgáva, sum tekur støði í starvlæruroyndunum (undirvísing, læring, eygleiðing og dokumentatión)
Læru- og undirvísingarhættir
Á hesum skeiðnum arbeiða lesandi sjálvsstøðugt, einsæris ella bólki, við at leggja starvslæruna til rættis, við stuðli og vegleiðing frá undirvísaranum.
Læruúrtøka
Til tess at lesandi skulu menna og ogna sær førleikar til at skipa, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísing, krevst tey skulu duga: At brúka almennu námsfrøðina/didaktikkina saman við fakdidaktikkini í undirvísingartilgongdini At reflektera um egna fyrireiking og gjøgnumførslu av undirvísing, so tey gerast betri til at brúka lærings-ástøði skilvíst At vísa, at tey duga at nýta góðan kunnleika og vitan innan tey fakøki, sum fyrru skeiðini, “Mál og samskifti” og “Barna- og ungdómsbókmentir”, hava snúð seg um. At tey lesandi, via transfer, megna at brúka samskiftis evnini, sum tey hava lært á fyrru skeiðunum, tá ið tey sjálv undirvísa í starvslæruni.
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmett við eini størri skrivligari spurdómsstýrdari uppgávu, sum tekur støði í starvslæruni, sum tey lesandi hava gjøgnumført í fólkaskúlanum. Skrivliga uppgávan verður próvdømd saman við eini munnligari roynd, har skrivliga avrikið telur mest (uml. tveir triðingar). Starvslæran og spurdómsstýrda uppgávan eru lýst í serligum skjølum. Stendur lesandi ikki, skal viðkomandi upp til nýggja roynd. Hin lesandi fær tíð til at bøta um avrikið, so hann kann fara upp til endurpróvdøming. Avtala um tíð og stað til endurpróvdømingina verður gjørd av leiðsluni á NÁD.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen