7330.18 - Bókmentir til børn og ung


Skeiðsnummar
7330.18
Heiti
Bókmentir til børn og ung
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi menna og ogna sær førleikar at skipa undirvísingar-tilgondir innan bókmentir í donskum/norðurlendskum í føroyska fólkaskúlanum. Umframt, at tey lesandi ogna sær ymisk viðgerðarháttaløg verður dentur eisini lagur á tann didaktiska partin, soleiðis, at tey lesandi ogna sær førleikar, ið kveikja og skapa áhuga fyri lesing av donskum/norðurlendskum bókmentum í føroyska fólkaskúlanum.
Innihald
Yvirskipaða innihaldið á skeiðnum fevnir um hesi øki: • Byrjunar undirvísing í bókmentum • Barna- og ungdóms-bókmentir • Ymisk bókmenta viðgerðarháttaløg - herundir m.a. biografisk-, nýkritiskt- og receptións háttaløg. • Bókmentasøga – tíðarskeið og tekstasløg - frá søgn til talgildar bókmentir. • Fakdidaktikk og undirvísingar møguleikar - herundir læringsstrategiir og dømi um fjølbroyttar undirvísingarhættir. • Onkrar norðurlendskar tekstir – úr svenskum og norskum máli
Læru- og undirvísingarhættir
Á hesum skeiðnum verða fjølbroyttir læru- og undirvísingarhættir brúktir, m.a.: • Lærarastýrd undirvísing við fyrilestrum og framløgum, tó við møguleikum fyri samtalu/orðaskifti við og millum tey lesandi. • Bólka- og einstaklinga arbeiði, har lesandi sjálv eru aktiv. Lærarans leiklutur er m.a. at vera vegleiðari. • Lesandi skriva styttri uppgávur, t.d. viðgerðir av aktuellu læringsstøðuni. Hetta kann t.d vera eitt bókaummæli og greining og tulking av einari barna/ungdómsbók. • Tey lesandi skulu vera kreativ – sjálvi tilevna ymisk læringsspøl innan fakøkið. • Lesandi skulu eisini royna seg, við at menna og útføra eina fullfíggjaða undirvísingar-tilgongd við støði í innihaldinum í skeiðnum. Hetta skal leggjast fram og eftirmetast við orðaskifti. • Lesandi skulu lesa faklitteratur umframt danskar/norðulendskar barna/ungdómsbøkur - nýggjar sum eldri.
Læruúrtøka
Til tess at lesandi skulu menna og ogna sær førleikar til at skipa, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísing, krevst at tey skulu duga: • At brúka almennu námsfrøðina/didaktikkina saman við fakdidaktikkini í einari undirvísingartilgongd innan danskt temuni lesing og skriving, og harumframt duga at skilja og tosa danskt. • At duga at reflektera um egna fyrireiking, gjøgnumførslu og eftirmeting av undirvísing innan viðgerð av ymsum tekstasløgum • At vísa í praksis, at tey hava ognað sær góðan kunnleika og vitan um tey eksemplarisku fakøkini, sum skeiðið hevur snúð seg um
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmett við støði í eini styttri, skrivligari spurdómsstýrdari uppgávu, sum tekur støði í læruúrtøkuni, ið lesandi hava ognað sær á skeiðnum. Skrivliga uppgávan verður próvdømd saman við eini munnligari roynd, har skrivliga avrikið telur mest (uml. tveir triðingar). Spurdómsstýrda uppgávan er lýst í serligum skjalið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Fullfíggjaði lestrarlistin verður handaður lesandi við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen