7341.18 - Starvslæruskeiðið í donskum


Skeiðsnummar
7341.18
Heiti
Starvslæruskeiðið í donskum
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lesnað á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er at lesandi í praksis skulu vísa, at tey duga at brúka tað tey hava lært á skeiðunum “Mál og samskifti” og “Barna- og ungdómsbókmentir”. Og at tey, í eini próvtøku-uppgávu, megna at nýta, og reflektera um væl dokumenterað tilfar (empiri) frá starvslæruni, saman við didaktiskum, fakligum og ástøðiligum grundarlagið frá undirvísingini á skeiðnum. Á øðrum og triðja árgangi eiga lesandi at menna: • Progressión móti viðgerðar- og refleksións førleikum
Innihald
Yvirskipaða innihaldið á skeiðnum fevnir um hesi øki: • Starvslærufyrireiking • Gjøgnumføra starvslæru à 5 vikur (10 t. um vikuna) • Uppgáva, sum tekur støði í starvlæruroyndunum, har undirvísing, læring, eygleiðing og dokumentatión og reflektiónir eru týðandi partar. Harafturat skulu relevantir fakligir, didaktiskir og fakdidaktiskir faktorar frá skeiðunum “Mál og samskifti” og “Barna- og ungdómsbókmentir” aktiverast.
Læru- og undirvísingarhættir
Á hesum skeiðnum arbeiða lesandi sjálvsstøðugt, einsæris ella bólki, við at leggja starvslæruna til rættis, við stuðli og vegleiðing frá undirvísaranum.
Læruúrtøka
Til tess at lesandi skulu menna og ogna sær førleikar til at skipa, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísing, krevst tey skulu duga: • At brúka almennu námsfrøðina/didaktikkina saman við fakdidaktikkini í undirvísingartilgongdini • At reflektera um egna fyrireiking og gjøgnumførslu av undirvísing, so tey gerast betri til at brúka lærings-ástøði skilvíst í praksis. • at nýta kunnleika og vitan innan tey fakøki, sum tey fyrru skeiðini, “Mál og samskifti” og “Barna- og ungdómsbókmentir”, hava snúð seg um. • via transfer vísa, at tey megna at brúka samskiftis evnini, sum tey hava lært á fyrru skeiðunum, tá ið tey sjálv undirvísa í starvslæruni.
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmett við eini størri skrivligari spurdómsstýrdari uppgávu, sum tekur støði í starvslæruni, sum tey lesandi hava gjøgnumført í fólkaskúlanum. Skrivliga uppgávan verður próvdømd saman við eini munnligari roynd, har skrivliga avrikið telur mest (uml. tveir triðingar). Starvslæran og spurdómsstýrda uppgávan eru lýst í serligum skjølum. Uppgávan verður mett við próvtali av undirvísara og uttanhýsis próvdómara.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaur við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen