7349.17 - Starvslæra í linjuni í føroyskum


Skeiðsnummar
7349.17
Heiti
Starvslæra í linjuni í føroyskum
ECTS
6
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á linjuni í føroyskum á NÁD
Endamál
Málið við starvsvenjingini er at royna undirvísing í skrivliga kjarnuøkinum í føroysklærugreinini. Tann lesandi skal bæði leggja til rættis skrivitilgongdir og eftirmeta skrivligu avrik næminganna.
Innihald
Starvslæran fevnir um 30 undirvísingartímar í tvær vikur í januar. Vikurnar framman undan starvslæruni verður viðkomandi ástøði gjøgnumgingið og tey lesandi leggja undirvísingarskrá til rættis. Undirvísingartilfarið miðar eftir at royna ymiskar skrivitilgongdir og skrivligar framleiðslur av ymsum tekstasløgum. Tann lesandi skal føra logbók og eygleiða undirvísing hann ella hon hava verið við til at leggja til rættis.
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæra, vegleiðing
Læruúrtøka
Í starvsvenjingini skal hin lesandi vísa, at hon ella hann megnar • at miðla sína fakligu vitan • at brúka faklig amboð saman við næmingunum • at brúka ymsar arbeiðshættir • at leggja undirvísingina á eitt hóskandi torleikastig
Próvtøkuháttur
framløga í bólki av starvsvenjingini
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu