7350.17 - Ungdóms- og yrkisbókmentir


Skeiðsnummar
7350.17
Heiti
Ungdóms- og yrkisbókmentir
ECTS
3
Fortreytir
Innskrivað/ur á Námsvísindadeildini og lesandi á linjuni í føroyskum
Endamál
Málið við skeiðinum er at lýsa føroyskar ungdóms- og yrkisbókmentir úr einum frálærufrøðiligum sjónarhorni. Tey lesandi skulu fáa førleika og amboð at lýsa ymiskar læringarhættir og vísa á, hvørjir læringarmøguleikar eru í tekstunum, og hvørji eyðkenni síggjast aftur og eru umboðað í hesum tekstasløgum.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av ungdómsbókmentum og yrkistekstum úr bókmentaligum og lærugreinarfrálærufrøðiligum sjónarhorni. Dentur verður lagdur á føroyskar ungdómsbókmentir og yrkistekstir. Lisin verða ymisk tekstasløg í víðkaðu fatanini av, hvat er ein tekstur. Tann lesandi skal gerast tilvitað/ur um, at ymisk tekstasløg krevja ymiskar lesihættir, og tey skulu ogna sær evnini at meta um, hvørja tekstmóttøku ávísir tekstir kunnu fáa hjá næmingunum og at leggja undirvísingina til rættis við tí í huga. Tann lesandi skal kunna við støði í lærugreinarlærufrøðini greina og tulka tekstir úr ymsum sjónarhornum og við ymsum lesihættum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálærutilfar og frálærugongdir í hesum tekstasløgum. Eisini skal hon/hann duga at meta um fakligu dygdina í valda tilfarinum, og hvørji háttaløg eru egnað ella ikki egnað til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka, har tann lesandi skal greina/tulka/viðgera tekst við atliti til lærugreinarlærufrøðina burtur úr einum tekstaúrvali, sum eru fremmandi tekstir, sum tó fella innan fyri tey øki, sum eru gjøgnumgingin á linjuni 2017/18. Próvdøming: Skrivlig próvtøka á 6+1 tíma. Uttanhýsis mett.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Næmingarnir fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu