7368.17 - Økokritikkur og økoskaldskapur


Skeiðsnummar
7368.17
Heiti
Økokritikkur og økoskaldskapur
ECTS
15
Fortreytir
Tann lesandi skal hava lokið prógv í føroyskum á grund.
Endamál
Málið við skeiðinum er at lýsa føroyskan skaldskap úr einum økokritiskum sjónarhorni. Skeiðið er skipað í samstarvi við linjulærugreinina: Náttúra og tøkni. Tvørgreinalig námsfrøði og læringarhættir verða lærufrøðiliga grundarlagið.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av føroyskum skaldskapi úr einum økokritiskum, bókmentafrøðiligum og lærugreinarfrálærufrøðiligum sjónarhorni. Bókmentir, sum lýsa náttúruna sum umhvørvi og sum lívfrøði, verða lisnar. Tann lesandi skal gerast tilvitað/ur um, at ymiskir tekstir krevja ymiskar lesihættir, og tey skulu ogna sær evnini at meta um, hvørja tekstmóttøku ávísir tekstir kunnu fáa hjá næmingunum og at leggja undirvísingina til rættis við tí í huga. Tann lesandi skal kunna við støði í bókmentafakligum krøvum og í lærugreinafrálærufrøðini greina og tulka tekstir úr økokritiskum, darwinistiskum og reseptións¬krit¬iskum sjónarhornum og seta hann í ein tíðar- og ráksamanhang. Tvørgreinaligt samstarv og tvørgreinalig námsfrøði verður framt í verki við felags framløgum hvønn dag. Tvørgreinaliga samstarvið fevnir eisini um: 1. Fakligan túr til Sands 2. Vikuskeið á Voxenåsen í Oslo, har tey lesandi fáa breitt innlit í norskan skaldskap, film, list, mál og bókmentir úr føroyskfakligum, didaktiskum, náttúruvísindaligum og økokritiskum sjónarhornum. 3. Verkstovur við tvørgreinaligum innihaldi.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, verkstovur, útferðir og framløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi verða førur fyri at lesa tekstir og føroyskviðkomandi tilfar og evnir úr einum økokritiskum sjónarhorni. Føroyskfakliga skal tann lesandi duga at vísa á hvørji tíðar-, tema- og stíleyðkenni síggjast aftur og eru umboðað í skaldskapinum. Frálærufrøðiliga skal tann lesandi ogna sær førleika at lýsa ymiskar læringarhættir og vísa á, hvørjir undirvísingarhættir og læringarmøguleikar eru møguligir í tekstunum. Tann lesandi skal duga at byggja brýr millum føroyskt og náttúru og tøkni og duga at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálærutilfar og frálærugongdir í tvørgreinaligum bókmenta- og tekstlestri við støði í økokritikki og náttúruvísindaligum ástøði. Tann lesandi skal eisini duga at meta um á hvørjum økjum tvørgreinaligt samstarv er gjørligt við støði í valda tilfarinum og hvørji háttaløg, og hvørjir eftirmetingarhættir eru egnaðir/ikki egnaðir til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd.
Próvtøkuháttur
50% av próvtalinum eru 3 smáar skrivligar uppgávur á uml. 6000 tekn, sum verða skrivaðar ávegis. Givið verður próvtal eftir galdandi stiga fyri hvørja teirra. Skeiðið endar við eini verkstovu, sum telur 50%. Mál, stavseting og samlaða skrivliga framsetingin telur 20% av uppgávunum, fakdidaktiska innihaldið telur 30% og føroyskfakliga innihaldið telur 50%
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfarið til skeiðið liggur á Moodle
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu