7369.17 - Bókmentasøguligur- og fakdidaktiskur tekstalestur frá munnligum mentum til 2000


Skeiðsnummar
7369.17
Heiti
Bókmentasøguligur- og fakdidaktiskur tekstalestur frá munnligum mentum til 2000
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Málið við skeiðinum: At geva teimum lesandi háttaløg og amboð at lesa tekst úr einum bókmentasøguligum og fakdidaktiskum sjónarhorni. Bókmentasøguligt innlit skal bæði tryggja tí lesandi kunnleika um rák í tíðini og søguligt bakstøði bókmentirnar og úrvaldu tekstirnir eru vorðnir til í. Fakdidaktiskt innlit hevur tvinnanda endamál. Annað er at kenna søguna og siðvenjuna í lærugreinini og hitt er at duga at brúka ymsar lesi- og arbeiðshættir við teksti við næmingum í hádeild.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av teksti í víðkaðu tekstfatanini. Tann lesandi skal ogna sær fatan av í hvønn mun føroysk mentanar- og bókmentasøga er partur av einari evropeiskari siðvenju og menna síni evni at vísa á, hvar serføroysk eyðkenni koma til sjóndar. Samlað skal tann lesandi ogna sær førleikan at velja út viðkomandi frálærutilfar, so næmingar teirra fáa eitt hóskilig og viðkomandi innlit í tíðarskeiðini tilfarið umboðar.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi hava greitt innlit í bókmentasøguna, kenna og duga at brúka ymsar arbeiðshættir við teksti og vera før/ur fyri at brúka fakligu amboðini í undirvísingarpraksis. Skeiðið skal geva tí lesandi amboð til at meta um fakligu dygdina í valda tilfarinum og hvørji háttaløg og hvørjir eftirmetingarhættir eru egnaðir til valda frálærutilfar og undirvísingargongd.
Próvtøkuháttur
Tann lesandi fær eina viku at skriva eina akademiska uppgávu á 19000 tekn (+/- 10%), einsæris ella í bólki, tó hægst 3 í hvørjum bólki. Fyri hvønn eyka bólkalim skulu 8500 tekn leggjast afturat. Limir í bólki ábyrgdast hvør sær fyri minst 1/3 av uppgávuni. Hvør varðar av skal greiða gerast fyri eftir innihaldsyvirlitið. Innihaldsyvirlit og bókmentalisti telja ikki við í samlaðu teknunum. Uppgávan verður sett 14. des og skal latast inn í seinasta lagi 22. desember 2017.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu