7406.18 - Tøl, roknihættir og algebra


Skeiðsnummar
7406.18
Heiti
Tøl, roknihættir og algebra
ECTS
13,5
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 10. flokki í tølum, roknihættum og algebra
Innihald
- viðgerð og meting av tí, sum lesiætlanirnar siga um tøl, roknihættir og algebra. - undirvísingartilfar viðvíkjandi tølum, roknihættum og algebra - tøl, roknihættir í 1.-6. flokki og tøl og algebra á 4.-10. floksstigi. - hugtaksfatanin hjá børnunum og hugtaksmenningin innan tøl, roknihættir og algebra. - Innara mál og týdningurin av samrøðu fyri menningina av matematiskari fatan og forstáilsi og næmingsins førleikamenning innan fakøkini tal og roknihættir. - almenn og fakdidaktisk viðurskifti, sum viðkoma teimum valdu evnunum. - undirvísingargongdir innan tøl, roknihættir og algebra (tey lesandi leggja úrvaldar undirvísingargongdir fram).. - avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum - KT er partur av arbeiðinum á modulinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, smáar kanningaruppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er av, skal tann lesandi verða førur fyri at: • fyrireika, útinna og eftirmeta valt undirvísingartilfar og lesiætlanir frá 1. til 10. flokk um tøl, roknihættir og algebra • greiða frá bygnaðinum í talskipanini og talnýtslu í tann mun hetta er viðkomandi fyri undirvísingina í talskipanini. • finna og greina grundleggjandi faklig og fak-didaktisk viðurskifti innan tøl, roknihættir og algebra. • halda seg til galdandi lesiætlanir vivíkjandi tølum, roknihættum og algebra. • velja viðkomandi undirvísingarevni innan tøl, roknihættir og algebra, og at meta um møguleikar og avmarkingar i fakligu og fakdidaktisku evnunum, sum verða vald. • nýta hesa vitan til at fyrireika undirvísningargongdir innan tøl, roknihættir og algebra, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær.
Próvtøkuháttur
Eftirmeting er bygd á framløgu. Hvør lesandi hevur egna framløgu ,har hann greiður frá og eftirmetir møguleikar og avmarkingar í sínari undirvísingargongd
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Harald Winther Knudsen