7408.18 - At undirvísa í støddfrøði og geometri


Skeiðsnummar
7408.18
Heiti
At undirvísa í støddfrøði og geometri
ECTS
12
Fortreytir
Lesandi skulu hava staðið skeiðið “Tøl, roknihættir og algebra” ella kunna skjalprógva, at tey hava staðið líknandi skeið.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 10. flokki í geometri
Innihald
- viðgerð og meting av tí, sum lesiætlanirnar siga um geometri. - undirvísingartilfar viðvíkjandi geometri. - Fakliga perspektivið innan støddfrøði fevnir bæði um tey støddfrøðiligu evnini plan- og rúmdargeometri, og fjøltáttaðan matematiskan arbeiðs- og hugsanarhátt við serligum denti á hugsing og tankaførleikar. - Ymsir arbeiðs- og hugsanarháttir, við denti á kreativar eksperimenterandi tilgongdir og at arbeiða við problemum og hvussu ein kann hugsa støddfrøðiliga. - almenn og fakdidaktisk viðurskifti, sum viðkoma teimum valdu evnunum. - undirvísingargongdir innan geometri (tey lesandi leggja úrvaldar undirvísingargongdir fram). - avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum - KT er partur av arbeiðnum á modulinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, smáar kanningaruppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er av, skal tann lesandi hava lært førleikar innan fyrireiking, útinnan og eftirmeting av valdum undirvísingartilfari og lesiætlanum frá 1. til 10. flokk hvat geometri viðvíkur, at: - hugsa matematiskt við at fylgja og døma eitt matematiskt hugsanarlag, umframt at menna og útinna matematiska argumentatión við visualisering og próvførslu innan vald evni. - finna og greina grundleggjandi faklig og fak-didaktisk viðurskifti innan geometri. - taka atlit til galdandi lesiætlanir viðvíkjandi geometri. - velja viðkomandi undirvísingarevni í geometri, og at meta um møguleikar og avmarkingar í fakligu og fakdidaktisku evnunum, sum verða vald. - nýta hesa vitan til at fyrireika og eftirmeta motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í støddfrøði, sum hugfangar næmingar í virksemi innan støddfrøði og kreativt virksemi annars.
Próvtøkuháttur
Eftirmeting er bygd á framløgu. Hvør lesandi hevur egna framløgu, har hann greiður frá og eftirmetir møguleikar og avmarkingar í sínari undirvísingargongd
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Harald Winther Knudsen