7456.18 - Lívfrøði og lívfrøðilæringarfrøði


Skeiðsnummar
7456.18
Heiti
Lívfrøði og lívfrøðilæringarfrøði
ECTS
15
Endamál
At fáa førleika at undirvísa í lívfrøði, samstundis sum tey verða fyrireikað til fakliga innihaldið, sum komandi skeið fara at viðgera. To obtain competences to teach in biology, and at the same time get aquainted with the subject content in the forthcoming courses.
Innihald
Námsætlanir og tøkt tilfar til lívfrøðiundirvísing Undirvísingargongdir Lívfrøðivenjingar At greina plantur Mannakroppurin Vistfrøði Lívfrøði 7.-10. flokk Mikroskopi Virtuellar starvsstovur Talgildir læringarpallar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, bólkaarbeiði um fyrireiking av tilfari til starvslæru, framløgur, sjálvlestur við “Mastering Biology” Lectures, laboratory work, group work on preparation of teaching material to use in practicum, presentations, independent studies using “Mastering Biology”
Læruúrtøka
At vísa í verki hvussu faklig vitan saman við læringarfrøðiligari vitan kann menna vitanina og fatan av lívfrøðiligum hugtøkum At menna undirvísingargongdir sum taka atlit til vanligar misfatanir innan lívfrøðilig evni At gagnnýta ymsar læringarpallar og duga at velja hóskandi læringarpall til ymisk lívfrøðilig evni At nýta náttúruvísindaligar kanningarhættir í undirvísingarhøpi
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka, við kravdum skrivligum frágreiðingum og munnligari próvtøku: 1. Bólkaarbeiðið um fyrireiking av tilfari til starvslæru skal gerast eftir avtalaðum leisti við undirvísingargongd, læruúrtøkum, venjingum v.m. Stuttar frágreiðingar frá bólkaarbeiðinum (í minsta lagi 6 frágreiðingar) skulu latast inn til ásetta freist og góðkennast. Tann lesandi sleppur ikki til próvtøku uttan so at frágreiðingarnar eru góðkendar. 2. Lutakast verður í hvørjum bólki, har hvør limur í bólkinum fær eina undirvísingargongd av teimum tey hava skrivað, og skal vísa ætlanina í verki, einsæris. Próvtal verður einans givið fyri munnliga partin. Um so er, at studenturin skal til endurpróvtøku, verður tað í einari aðrari undirvísingargongd enn tann upprunaliga.
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Gaard, M. (2009-2011) Lívfrøði til 7. Flokk, Lívfrøði 2, Lívfrøði 3, Tekstbøkur & Arbeiðsbøkur. Tórshavn: Nám. Kampourakis, K. & Reiss, M.J. (eds.) (2018) Teaching Biology in Schools. Global Research, Issues, and Trends. Oxon and New York: Routledge (Taylor & Francis) (s. 1-310). Mohr, M. & Hanusardóttir, S. 2013. Fysiologi. Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi. Tórshavn: Nám (s. 1-145). Campbell, N.A., Urry, L.A., Cain, M.L., Wasserman, S.A., Minorsky, P.V., & Reece, J.B. (2018). Biology. A Global Approach. Essex: Pearson Education Limited (s. 50-74 & s. 304-318) við Mastering Biology. Reiss, M. (2011) Teaching secondary Biology. New Edition. London: The Open University & Hodder Education (s. 1-318). Johansen, J. (2000). Føroysk Flora (A. M. Fosaa & S. Rasmussen Eds.). Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur (https://books.google.dk/books?printsec=frontcover&id=bzvKfcUfVeEC&hl=en#v=onepage&q&f=false) Ymiskt pedagogiskt tilfar / Additional pedagogical material