7457.18 - Starvslæra í lívfrøði


Skeiðsnummar
7457.18
Heiti
Starvslæra í lívfrøði
ECTS
10
Endamál
At tey lesandi fáa møguleika at undirvísa í lívfrøði, at gera egnar royndir við støði í innihaldinum á linjuni, bæði faklig og didaktisk skeið, og at reflektera yvir hesi.
Innihald
• Undirvísing í fakligum evnum í samráð við starvslæraran • Starvslærufyrireiking • Gjøgnumføra starvslæru í 30 tímar • Dokumentera egna praksis
Læru- og undirvísingarhættir
Tey lesandi arbeiða sjálvstøðugt við at leggja starvslæruna til rættis og fremja hana, samstundis sum tey taka faklig skeið. Tey lesandi kunnu arbeiða antin einsæris ella í bólki. The students are working independently with planning and conducting the practicum at the same time as they take courses in biology. They can work either individually or in groups.
Læruúrtøka
Í verki at tengja saman faklig vitan og læringarfrøðiligari vitan Í verki at taka atlit til vanligar misfatanir innan lívfrøðilig evni At gagnnýta ymsar læringarpallar og duga at velja hóskandi læringarpall til ymisk lívfrøðilig evni
Próvtøkuháttur
Møti- og aktiv luttøka er kravd. Skrivast skulu í minsta lagi 5 loggbøkur frá starvsvenjingi, við so góðum eygleiðingum, reflektiónum, grundgevingum og viðmerkingum, at hesi kunnu brúkast sum dokumentasjón. Fyri at standa skeiðið skulu loggbøkurnar verða góðkendar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Somu bókmentir sum í 7456.18 - Lívfrøði og lívfrøðilæringarfrøði
Ábyrgd
William Simonsen