7458.19 - Akademisk háttaløg innan lívfrøði


Skeiðsnummar
7458.19
Heiti
Akademisk háttaløg innan lívfrøði
ECTS
5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er menna førleikar at flyta praktiskar royndir úr starvslæru yvir í teoretiskar framløgur og kjak.
Innihald
• Kvalitativ og kvantitativ háttaløg í lívfrøðiligum høpi, og teirra tilknýti til tær vísindateoretisku stevnurnar • Yvirskipað hagfrøði • Efeingi, lívfrøðiligt og undirvísingarligt tilfar • Tilvísingar • Akademisk skriving innan lívfrøði • Aktion research
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við framløgum og kjaki. Tey lesandi skipa fyri framløgunum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • Duga at greiða frá og hugleiða um tilknýti millum vísindaligu stevnurnar og háttaløg • Greina egna praksis bæði í mun til heilan flokk og í mun til einstaka barnið • Duga sjálvstøðugt at leggja fram um egna praksis innan lívfrøði og seta hetta í samband við akademiskar greinar
Próvtøkuháttur
Uppmøting og aktiv luttøka.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður mentur gjøgnum skeiðið