7465.17 - Økokritikkur og lívfrøði til miðdeild


Skeiðsnummar
7465.17
Heiti
Økokritikkur og lívfrøði til miðdeild
ECTS
13
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Á hesum skeiði skulu tey lesandi ogna sær fakliga vitan um lívfrøði og megna at gagnnýta hesa til undirvísing, bæði í náttúru og tøkni og sum tvørfakligt undirvísingarevni við denti á føroyskt.
Innihald
Ástøðiligi partarnir eru hesir: • Lívfrøði og frálærufrøði • Akademisk skriving • Náttúruvísindalig vísindaástøði • Biophilia undirvísingarhátturin • Kyknan, virkni og ílegur • Vistfrøði • Menning, soppar, plantur og dýr • Mannakroppurin • Tvørgreinaligur túrur til Sands • Tvørgreinaligt vikuskeið á Voxenåsen í Oslo, har tey lesandi fáa breitt innlit í norskan skaldskap, film, list, mál og bókmentir úr didaktiskum, náttúruvísindaligum og økokritiskum sjónarhornum • Nýtsla av verkstovum, tøkni og tøknifrøði er partur av øllum skeiðnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, útferðir, verkstovur, framløgur
Læruúrtøka
1) At siga frá hvussu tilgongdirnar í kyknunum síggjast aftur í livandi verum og í vistskipanum og hinvegin hvussu umhvørvið kann ávirka tilgongdirnar í kyknunum. 2) At knýta tilgongdir í kyknum og umhvørvi saman við evolutión av djóra- og plantusløgum. 3) At greina form og funksjón í mannakroppinum. 4) At nýta kreativitet, tøkni og verkstovur sum amboð at greiða frá lívfrøðiligum fyribrigdum. 5) At byggja brýr millum náttúru og tøkni og føroyskt og at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálærulærutilfar og frálærugongdir í lívfrøðiligum og náttúruvísindaligum evnum sum síggjast aftur í skaldskapi 6) Tvørfakliga at nýta náttúruna sum tema bæði í máli, skaldskapi, sangi og tónleiki
Próvtøkuháttur
45% av próvtalinum verður latið fyri 3 smærri uppgávur. Hvør teirra verður mett við í minsta lagi 65% fyri lívfrøðifakligt innihald, í mesta lagi 25% fyri lærufrøðiligt og/ella tvørfakligt innihald, og 10% fyri málburð. Skeiðið endar við eini uppgávu sum umrøður lívfrøði í verkstovum, tvørfakligum samstarvi og frálærufrøði. Henda uppgávan telur 55% av samlaða próvtalinum, og verður mett við 30% fyri lívfrøðifakligt innihald, 30% fyri lærufrøðiligt innihald, 30% fyri tvørfakligt innihald, og 10% fyri málburð. Ritverkið skal vera á nøktandi akademiskum støði. Um ein lesandi ikki hevur møtt í minsta lagi 75%, ella ikki hevur luttikið aktivt, skal viðkomandi skriva eina avloysingaruppgávu, sum fevnir um tey evni, viðkomandi ikki hevur luttikið nøktandi í.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðsbók: Kvammen, P.I., Lie, S., Nyhus, G.C., Vedum, T.V., og Ødegaard, T. (2014). Oppdag naturen. Biologi for lærere. Grunnskolelærerutdanning. Bergen: Fakbokforlaget: 1-549. Stuðulstilfar: Mohr, M. og Hanusardóttir, S. (2013). Fysiologi. Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi. Tórshavn, Nám: 1-270. Gaard, M. 2009. Lívfrøði til 7. flokk. Tórshavn, Nám: 1-141. Náttúra og Tøkni 1-2-3 (Næmingabøkur, arbeiðsbøkur og lærarabók)
Ábyrgd
Erla Olsen