7468.17 - Geofrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni


Skeiðsnummar
7468.17
Heiti
Geofrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Á hesum skeiðnum skulu lesandi ogna sær førleika at menna og gjøgnumføra didaktiskar tilgongdir í fólkaskúlanum innan náttúruviðurskifti, við støði í geofakligari vitan, geofakligum arbeiðshættum og geofakligum amboðum sum grundarlagi.
Innihald
Innihaldið á skeiðnum er skipað í seks høvuðspartar: • Geo- og náttúrufaksdidaktikk • Uppruni Føroya (jarðfrøði) • Kort og atlas • Veður og veðurlag • Rúmdin • Samspæl menniskjans við náttúruna Hesi seks temuni fevna um ein fakdidaktiskan part sum seyrar gjøgnum alt skeiðið, sum sínámillum stuðla og styrkja yvirordnaðu fatanina av samansettum náttúrufyribrigdum. Nýtsla av tøkni og tøknifrøði er partur av skeiðnum. Í smb. við henda partin, verða ekskursiónir og royndir nýttar sum ein partur av undirvísingini. Á skeiðnum skulu lesandi einsæris ella í smærri bólkum í starvslæru í fólkaskúlanum í uml. 75 undirvísingartímar. Starvslæran verður lýst í serstøkum skjali.
Læru- og undirvísingarhættir
Læruhátturin byggir í stóran mun á fyrilestrar, bólkaarbeiði, ekskursionir, savnsvitjanir og royndir (eksperiment). Læring frá starvslæruni er týðandi knýting millum ástøði og praksis.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vísa, at hann megnar at fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingar- og lærutilgongdir við einum geoperspektivi í lærugreinini Náttúra og Tøkni. Hetta merkir at 1) lesandi skulu duga at greiða frá týðandi, relevantum fakligum og fak-didaktiskum hugtøkum og vitanarøkjum innan geo-didaktikk og náttúrugeografi. 2) nýta hesa fakligu/didaktisku vitan í smb. við fyrireiking av undirvísingar- og lærutilgondum til fólkaskúlan, við serligum denti á 4. – 6. flokk. 3) duga at skyna á tøkni, tøknifrøði og fakfakligari vitan, og at nýta hesa vitan í menningini av undirvísingar- og lærutilgongdum í lærugreinini 4) duga at nýta ekskursiónir og vitjanir á science-miðstøðum til tess at styrkja knýting og samanhang millum tøkni, tøknifrøði og geo-fakliga innihaldið í Náttúru og Tøkni 5) kritiskt at meta um møguleikar og avmarkingar í geografi-perspektivinum innan fakið Náttúru og Tøkni.
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skal lesandi hava uppfylt møti- og luttøkuskyldina til tilrættisløgdu undirvísingina og starvslæruna. Eisini skal lesandi standa skrivliga verkætlanar-uppgávu. Uppgávan er lýst í serligum uppgávuskjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður tá skeiðið byrjar
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen