7475.17 - Evna- og alisfrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni


Skeiðsnummar
7475.17
Heiti
Evna- og alisfrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
At tey lesandi ogna sær bæði fakligar og didaktiskar førleikar at undirvísa í evna- & alisfrøði, og í tøkni til lærugreinina Náttúra og Tøkni, og at tey brúka náttúruvísindaligar hættir at eygleiða og skráseta náttúrufyribrigdi.
Innihald
Grundleggjandi evnafrøði: Atom, sambindingar, støðuformar (tilstandsformer), brenning, sýrur, lutir og matur. Grundleggjandi alisfrøði: Støddir og mát, evnisnøgd, kreftir, magnetisma, el-læra, orka, orkukeldur og veðrið. Í hesi samband verður eisini nomið við ymsa nýtslu av tøkni. Starvslæra er partur av skeiðnum
Læru- og undirvísingarhættir
Floksundirvísing, venjingar og framløgur. Stórur dentur verður lagdur á venjingar, sum eru grundaðar á tey náttúrufyribrigdi, sum verða viðgjørd í ástøðiliga partinum. Tey lesandi savnast til bólkaarbeiði og útgreining av fyrilestrum, umframt til venjingar. Dentur verður lagdur á, at tey lesandi sjálvi úthugsa venjingar sum kunnu brúkast at lýsa ástøðiliga tilfarið. Framløgudagar skulu tryggja, at tey lesandi venja seg við at leggja fram og nýta framkomna kunningartøkni til framløgur.
Læruúrtøka
1) At leggja til rættis, gjøgnumføra og eftirmeta eina undirvísing har næmingarnir eru virknir, og sum hóskar til tey evni í námsætlanum fólkaskúlans fyri náttúru og tøkni, sum fevna um evna- & alisfrøði, umframt tøkni. 2) At knýta evna- og alisfrøðilig viðurskifti saman við náttúru- og landafrøði. 3) At lýsa og greina grundleggjandi evni innan evna- og alisfrøði umframt tøkni.
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skal lesandi hava uppfylt møti- og luttøkuskyldina til tilrættisløgdu undirvísingina og starvslæruna. Eisini skal lesandi standa skrivliga verkætlanar-uppgávu um starvslæruna, umframt standa eina starvsstovudemonstratión við serligum atliti til fakliga fatan og frálæruevni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
- Grundstoffernes periodesystem. Forlaget VVC - Pól Jespersen: Alisfrøði og evnafrøði - Tilfar av netinum - Kopierað tilfar úr ISIS kemi C og ISIS kemi B - Óútgivið egið tilfar frá Jacob Thomsen
Ábyrgd
Benadikt Joensen