7476.17 - Starvslærugreining í Náttúru og Tøkni


Skeiðsnummar
7476.17
Heiti
Starvslærugreining í Náttúru og Tøkni
ECTS
5
Fortreytir
7465.17 Økokritikkur og lívfrøði til miðdeild 7468.17 Geofrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni 7475.17 Evna- og alisfrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni
Endamál
At tey lesandi ogna sær førleikar at greina og eftirmeta egna undirvísing.
Innihald
Verkætlan við spurdómsstýrdari uppgávu við sjálvvaldum góðkendum spurdómi, sum skal hava fakligt innihald viðkomandi fyri Náttúru og tøkni undirvísing. Royndir úr starvslæruni hildin í skeiðnum “7475.17 Evna- og alisfrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni” skulu viðgerast í verkætlanini. Akademisk skriving við skipan, tilvísingum og próvførslu.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðugt arbeiði við tveimum vegleiðingum.
Læruúrtøka
• At brúka ástøði, empiri og royndir frá egnari undirvísing/starvslæru • At greina og eftirmeta undirvísing í Náttúru og tøkni. • At knýta faklig viðurskifti innan lívfrøði, landafrøði og alis-/evnafrøði saman við námsfrøðiligum og didaktiskum viðurskiftum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva, sum kann skrivast einsæris ella í bólki við tveimum lesandi. Um skrivað verður einsæris, skal uppgávan vera til longdar 9 normalar A4-síður (2400 tekn við gloppum) +/- 1 síðu, og um skrivað verður í bólki skal uppgávan vera 12 normalar A4-síður (2400 tekn við gloppum) +/- 1 síðu. Er metingarúrslitið ikki staðið hjá einum lesandi, skal uppgávan skrivast av nýggjum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sama tilfar sum er nýtt til skeiðini “7465.17 Økokritikkur og lívfrøði til miðdeild”; “7468.17 Geofrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni”; og “7475.17 Evna- og alisfrøðilig perspektiv í Náttúru og Tøkni”.
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen