7480.17 - Alis- og evnafrøði 1


Skeiðsnummar
7480.17
Heiti
Alis- og evnafrøði 1
ECTS
15
Fortreytir
Ynskiligt er, at studenturin hevur kunnleika til alisfrøði og støddfrøði svarandi til B-stig á miðnámi
Endamál
At geva studentunum praktiskt og ástøðiligt grundarlag innan alis- og evnafrøði, soleiðis at tey kunnu hava ábyrgd av og undirvísa innan hesi evni í fólkaskúlanum eftir galdandi námsætlan. Hetta er fyrsta av trimum skeiðum av linjulestrinum í alis- og evnafrøði í læraraútbúgvingini.
Innihald
Alis -og evnafrøðilig kjarnuøkir: Orkuvarðveitsla, kinetisk, potentiel og innara orka. Grundleggjandi kinematikkur og hitalæra. Krafthugtakið, tyngd, trýst, uppdrift. Lógir Newtons. Innleiðandi kosmologi og astronomi. Aldur og sveiggj. Atombygnaður, jonir, emmisión, absorbtión, radioaktivitetur og fáning. Royndarstovutøkni og trygd. Námsfrøði: Námsætlan fyri alis- og evnafrøði til fólkaskúlan. Skipan av undirvísing í alis- og evnafrøði, og virkin eygleiðing av undirvísing í fólkaskúlunum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar, starvsvenjing og vitjanir.
Læruúrtøka
Tá studenturin hevur staðið skeiðið skal hann kunna: - Lýsa hugtøkini orku formar og varðveitsla. - Lýsa krafthugtakið og lógir Newtons. - Greina einføld kinematisk viðurskifti frá givnum kreftum og rokna støddir. - Gjøgnumføra starvsstovuroyndir innan hitalæru og mekanik. - Planleggja og gjøgnumføra viðkomandi starvsstovuroyndir. - Vera við til at planleggja og gjøgnumføra viðkomandi undirvísing innan alis- og evnafrøði.
Próvtøkuháttur
- Starvsstovudemonstratión við serligum atliti til fakliga fatan og frálæruevni. - Skrivlig próvtøka eftir lokið skeið. - Bæði starvsstovudemonstratiónin og skrivliga próvtøkan skulu standast hvør í sær. Fyri at sleppa til próvtøku skal næmingurin hava staðið: - Kravdar innlatingar. - Kravda undirvísing og planlegging av undirvísing.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Alisfrøði og evnafrøði 1-3, Pól Jespersen, Føroya Skúlabókagrunnur. Alisfrøði og evnafrøði til studentaskúla og hf-skeið, Pól Jespersen, NÁM. Námsætlan, Alis- og evnafrøði 7-9, Mentamálaráðið, feb. 2013. Onnur viðkomandi tíðarrit, greinar og brot úr lærubókum.
Ábyrgd
Benadikt Joensen