7481.17 - Alis- og evnafrøði 2


Skeiðsnummar
7481.17
Heiti
Alis- og evnafrøði 2
ECTS
15
Fortreytir
nskiligt er, at studenturin hevur kunnleika til alisfrøði og støddfrøði svarandi til B-stig á miðnámi
Endamál
At geva studentinum praktiskt og ástøðiligt grundarlag innan elektrisitet, magnetismu, elektromagnetismu, evnafrøði og frálæru í hesum evnum, soleiðis at tey kunnu hava ábyrgd av og undirvísa hesi evnir í fólkaskúlanum. Hetta er annað av trimum skeiðum av linjulestrinum í alis og evnafrøði í læraraútbúgvingini.
Innihald
Alis og evnafrøðilig kjarnuøkir: Javn- og vendistreymur, elektrisk orka og effekt, leiðarar og isolatorar, elektriskar mótstøður, bindingar og ringrásir, Ohmsa lóg, lógir Kirchhoffs, induktión og transformatión, statiskt elektrisitet og snarljós, elektriskt og magnetiskt felt, magnetisma, elektromagnetisk tól, elframleiðsla og transmissión. Grundevni og evnabindingar, kemiskar reaktiónir, brenningar og metal. Fellingar, sýru-basu og redox reaktiónir. pH virði. Evnafrøðiligar ringrásir. Royndarstovutøkni og trygd. Námsfrøði: Námsætlan fyri alis- og evnafrøði til fólkaskúlan. Skipan av undirvísing í alis- og evnafrøði og luttøka í undirvísing í fólkaskúlanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar, starvsvenjing og vitjanir.
Læruúrtøka
Tá studenturin hevur staðið skeiðið skal hann, við serligum atliti til undirvísing, kunna: - Lýsa hugtøkini orka og effekt. - Lýsa virkisháttin hjá elektromagnetiskum tólum og skipanum. - Lýsa kemiskar reaktiónir. - Greina elektriskar ringrásir og rokna elektriskar støddir. - Gjøgnumføra starvsstovuroyndir við elektriskum lutum og tólum. - Gjøgnumføra starvsstovuroyndir við kemiskum reaktiónum. - Planleggja og gjøgnumføra viðkomandi starvsstovuroyndir. - Planleggja og gjøgnumføra viðkomandi undirvísing innan alis- og evnafrøði.
Próvtøkuháttur
- Starvsstovudemonstratión við serligum atliti til fakliga fatan og frálæruevni. - Skrivlig próvtøka eftir lokið skeið. - Bæði starvsstovudemonstratiónin og skrivliga próvtøkan skulu standast hvør í sær. Fyri at sleppa til próvtøku skal næmingurin hava staðið: - Kravdar innlatingar. - Kravda undirvísing og planlegging av undirvísing.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Alisfrøði og evnafrøði 1-3, Pól Jespersen, Føroya Skúlabókagrunnur. Alisfrøði og evnafrøði til studentaskúla og hf-skeið, Pól Jespersen, NÁM. Námsætlan, Alis- og evnafrøði 7-9, Mentamálaráðið, feb. 2013. Onnur viðkomandi tíðarrit, greinar og brot úr lærubókum.
Ábyrgd
Benadikt Joensen