7510.18 - Tónleikaástøði


Skeiðsnummar
7510.18
Heiti
Tónleikaástøði
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
At geva teimum lesandi hollan kunnleika til grundarlagið undir allari tónlist, og við tí yvirlit yvir tónlistarligu grundkor. At skilja tónleik sum listaligt úttrykk.
Innihald
• Nótalæra • Taktsløg • Tónasløg (Kvintringin) • Tónlistalig úttrykk • Funksjónsharmonikk • Hoyrivenjing
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Loysa skrivligar uppgávur. Hoyrivenjingar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at: • gera smáar útsetingar til børn og ung í Fólkaskúlanum • greiða frá tónleiki sum læringsfak • fyrireika og gjøgnumføru læringsgongdir í tónleiki, har hin lesandi brúkar tónleikaástøðina í skeiðinum • greiða frá harmoniskum og rútmiskum smanhangum á sínum ljóðføri og í samanspælið
Próvtøkuháttur
Við skeiðsenda skal tann lesandi til skrivliga roynd. Tann lesandi skal loysa upggávu á 4-5 síður, ið speglar uppgávurnar, ið loystar eru á skeiðinum. Tíð: 1 tími og 30 min. Tann lesandi skal loysa uppgávur á miðstig í telduspælinum Meludia.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Eric Taylor (1990) Music Theory in Practice 1 - 5, Edition Published by ABRSM, Revised edition 2008 Eric Taylor (1999) First Steps in Music Theory Grades 1 to 5, Edition Published by ABRSM. Meludia
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen