7518.16 - Handarbeiði II


Skeiðsnummar
7518.16
Heiti
Handarbeiði II
ECTS
15
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini og hevur staðið 1.skeið
Endamál
At viðgera handarbeiðsøkir í dýbdini. At fáa nærri kunnleika til didaktiskar og fakfakligar møguleikar og avbjóðingar. At arbeiða víðari við burðardyggari undirvísing í handarbeiðsøkinum.
Innihald
Ástøði innan handverksøkið, estetiskar lærutilgongdir, verkætlanartilgongdir, didaktikk og námsfrøði. Ástøði um burðardygga undirvísing og umhvørvisárin av handarbeiðsøkinum. Handarbeiðsfakliga verða vald nøkur handarbeiðsøkir, at viðgerða í dýbdini. Hetta verður gjørt í samráð við tey lesandi. Burturúr tí viðgjørda velja tey lesandi hvør sítt evni at viðgera ástøðiliga og didaktiskt. Tey orða spurdóm í samstarv við læraran, og skriva uppgávu út frá hesum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum fyrilestrar, einstaklingaarbeiði og bólkaarbeiði. Arbeitt verður ítøkiligt við tilfari og amboðum, og ástøðiligt við at lesa relevant tilfar, og skrivligari og munnligari refleksión hesum viðvíkjandi.
Læruúrtøka
• Førleiki at arbeiða í dýbdini við ávís evni. • Førleiki at sniðgeva út frá egnum hugskotum, og læra at koma frá hugskoti til úrslit. • Førleiki at taka atlit til umhvørvisspurningar, og velja burðardygt tá arbeitt verður við tilfari og amboðum. • Førleiki at fremja eitt arbeiðsúrslit, sum er á høgum fakligum støði. • Førleiki at seta evnið inn í eina didaktiska hugsan, og leggja til rættis undirvísingartilgongdir til málbólkar við ymiskum førleikum. • Førleiki at greiða frá skapandi arbeiðsgongdini. • Førleiki at velja sær hóskandi keldutilfar
Próvtøkuháttur
• Ein skrivlig uppgáva á 15 – 20 síður, har dentur verður lagdur á sjálvvalgt evni, kreativa prosess og didaktiskar refleksiónir. • Framsýning av arbeiði frá skeiðinum. • Framløga
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali