7519.16 - Handarbeiði 3


Skeiðsnummar
7519.16
Heiti
Handarbeiði 3
ECTS
15
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini og hevur staðið 1. og 2. skeið
Endamál
Tann lesandi leggur til rættis undirvísingartilgongd ella virksemisætlan til ávísan málbólk. Farið verður í starvslæru.
Innihald
• Viðgerð av námsætlanum / menningarætlanum • Handarbeiðsdidaktikkur • Tvørfakligheit Læru og undirvísingarhættir: Arbeitt verður ítøkiligt við tilfari og amboðum, og ástøðiligt við at lesa relevant tilfar, og skrivligari og munnligari refleksión hesum viðvíkjandi. Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum fyrilestrar, vegleiðing, einstaklingaarbeiði og bólkaarbeiði. Tey lesandi fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta starvslærutíðarskeið á hóskandi stað.
Læru- og undirvísingarhættir
Arbeitt verður ítøkiligt við tilfari og amboðum, og ástøðiligt við at lesa relevant tilfar, og skrivligari og munnligari refleksión hesum viðvíkjandi. Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum fyrilestrar, vegleiðing, einstaklingaarbeiði og bólkaarbeiði. Tey lesandi fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta starvslærutíðarskeið á hóskandi stað.
Læruúrtøka
• Førleiki at lesa og taka støðu til námsætlan/ menningarætlan, í mun til undirvísing / virksemi. • Førleiki at taka støðu til og velja didaktiskar og námsfrøðiligar arbeiðshættir í starvslæru. • Førleiki at velja hóskandi handarbeiðsfakligt tilfar til ítøkiligt arbeiði og nýta tað. • Førleiki at meta um og velja tilfar, við atlit til umhvørvi og burðardyggleika • Førleiki at leggja til rættis undirvísingarætlan / virksemisætlan til ávísan málbólk.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva (synops) og munnlig framløga, har dentur verður lagdur á starvslæruna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali