7534.13 - Innskúling


Skeiðsnummar
7534.13
Heiti
Innskúling
ECTS
10,5
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tey lesandi duga at leggja til rættis, undirvísa og eftirmeta rørslu í innskúlingini
Innihald
1. Búningarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn búnast, mennast og vaksa). 2. Spæliástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hví børn spæla, og hvussu spæl ávirkar likamligu menningina og sosiala førleikan hjá barninum). 3. Læringarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá sambandinum millum spæl og læring). 4. Ymisk ítróttar/rørsluspøl (Útispøl, bóltspøl, sang- rørsluspøl, sansaspøl, spøl, ið stimbra grovmotorikkin, spøl, ið stimbra fínmotorikkin, at spæla í vatni, at spæla íbøi, haga og fjøru, spælihjólið. o.s.fr.)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, floksundirvísing, einstaklingauppgávur/framløgur, bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at • greiða frá ymsum spæliástøðum og kropsligu búningini hjá børnum, og brúka hesa vitan í undirvísingini í innskúlingini • troyta teir rørslu/spælimøguleikar, sum eru í náttúruni • nýta amboð, ið eru hóskandi til málbólkin • innlima rørslu í tvørgreinaligt samstarv • menna sín egna rørslu/ítróttarførleika
Próvtøkuháttur
Próvtøkan/eftirmetingin er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. Uppgávan er ein synopsa og hevur atlit til verkliga partin, sum er ein fyriskipaður ítróttardagur fyri børn í innskúlingini. (próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflyggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal