7535.17 - Ítróttur í miðdeild og ítróttur til fólk við serligum avbjóðingum


Skeiðsnummar
7535.17
Heiti
Ítróttur í miðdeild og ítróttur til fólk við serligum avbjóðingum
ECTS
12
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tann lesandi fær førleika til at grundgeva, leggja til rættis, undirvísa og eftirmeta undirvísingargongdir sambært lesiætlan í ítrótti. Annað endamál er at kenna sambandið millum kropsligt, sálarligt og sosialt virksemi og fáa kunnleika um, hvussu vit nøkta tørvin hjá børnum og ungum við serligum avbjóðingum bæði verkliga og ástøðiliga.
Innihald
• Námsætlanin í ítrótti fyri miðdeildina og gera ársætlan • Tvørgreinaligt samstarv (ískoytisøki í lesiætlanini) • SI-skeið, ástøðiligt og verkligt • Anatomi ( vøddalæra ) • Fysiologi ( orkugevandi keldur, andingarleiðin og blóðrenslið) • Ítróttarsálarfrøði • Venjingarhættir (konditión, liðiligheit, koordinatión, styrki og úthaldni) • Øðrvísi (alternativ ) bóltspøl (innleiðsla til stóru bóltspølini) • Gera spøl/bóltspøl, ið verða tillagað aldursbólkin. Vetrarítróttur, so sum skí og skoytur. Fyri at røkka málinum, verður farið á lestrarferð í eina viku til hóskandi stað.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, filmar, studentaframløgur, bólkaarbeiði og motoriskar testir. Størsti parturin er verkligar íðkanir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at: • greiða og greina námsætlanir og kunngerðir í ítrótti fyri miðdeildina • nýta fjølbroyttar læringartilgongdir í ítrótti og at geva næmingum upplivingar, royndir og vekja áhugan fyri kropsligari venjing og menning • fáa eyga á vantandi motoriskar førleikar og leggja hóskandi undirvísingarskrá til rættis • sjálvur spæla ymisk spøl, íðka ítrótt og gera aðrar kropsligar venjingar, ið eru viðkomandi fyr næmingar í miðdeildini og fyri fólk við serligum avbjóðingum • finna og greiða frá grundleggjandi fakligum og fakdidaktiskum viðurskiftum í samband við ítrótt í miðdeildini
Próvtøkuháttur
Próvtøka/eftirmeting (próvtøkuuppgávan er ein spurdómsstýrd uppgáva, ið verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali) Tá ið mett verður um próvtøkuuppgávuna verður hugt at: • Um tey lesandi megna at draga ástøði, hugtøk og sjónarmið um læring, spæl, ítrótt, heilsu og rørslu inn í uppgávusvarið. • Um tey lesandi eru før fyri at leggja eina didaktiska ætlan, ið hevur til endamáls at menna t.d. sosiala og ítróttaliga førleikan, heilsustøðuna og heilsutilvitskuna hjá málbólkinum. • Um tey lesandi hava skrivað ein samanhangandi tekst, har tey nýta greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting. • Um tey lesandi hava nýtt vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipanina.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal