7567.18 - Træarbeiði og annað náttúrutilfar


Skeiðsnummar
7567.18
Heiti
Træarbeiði og annað náttúrutilfar
ECTS
15
Fortreytir
Lesandi skulu hava lokið “Handfaring av maskinum”, frá 1. skeiði
Endamál
Endamálið við skeiðinum er: • at tann lesandi skal menna sínar førleikar at arbeiða serliga við træi frá hugskot til úrslit í skúlahøpi • at tann lesandi skal reflektera yvir undirvísingarmøguleikar, við serligum atliti á tvørgreinaliga undirvísing • fakdidaktiskt verður dentur lagdur á mesterlæreprinsippet í undirvísingini.
Innihald
Arbeitt verður ítøkiliga við tilfari og amboðum. Didaktiskt verður arbeitt við verkstaðarlæru, meistaralæru og møguliga øðrum didaktikkum. Viðkomandi bókmentir verða lisnar, og skrivligar og munnligar reflektiónir verða gjørdar. Tann lesandi skal ogna sær breiða vitan um allar teir møguleikar, sum liggja í at gera lutir av øllum handa tilfari, og fáa grundleggjandi didaktiska vitan innan fakøkið.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum fyrilestrar, vegleiðing, einstaklingauppgávur, felagsuppgávur og eksperimenterandi virksemi. Dentur verður lagdur á, at fáa virknar luttakarar, og roknað verður við høgum luttakaravirksemi. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at standa skeiðið.
Læruúrtøka
Við støði í áðurnevndu læru- og undirvísingarhættum skal tann lesandi duga at: • at siga frá um læruhættir, handverksførleikar, tilfarskunning • at gjøgnumføra eina undirvísingargongd í einum av evnunum í skeiðinum, og grundgeva fakliga og didaktikst fyri, hvat endamálið við lærugongdini er, og hví hon er skipað sum hon er.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við at tey lesandi skulu gera eina grundaða undirvísingargongd, sum tey skulu royna í verki við sínum samlesandi. Lesandi vera kunnaði um krøv og bygnað á skeiðinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflyggjaður