7568.18 - Starvslæra, at arbeiða við ymsum tilfarið í smíð, og verkstaðarlæra


Skeiðsnummar
7568.18
Heiti
Starvslæra, at arbeiða við ymsum tilfarið í smíð, og verkstaðarlæra
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at: • Tann lesandi skal læra at leggja eina undirvísingarætlan og útføra undirvísingarætlanina í verki í starvslæruni. • Tann lesandi skal fáa grundleggjandi kunnleika til teir møguleikar, sum liggja í at arbeiða við ymsum tilfari, s.s. glasi og metalli. • Tann lesandi skal í verkstaðarkendum umhvørvi nýta tilfar eksperimenterandi, og reflektera yvir undirvísingarmøguleikar, sum kunnu vera innan hetta økið • Tann lesandi skal royna at sniðgeva síni hugskot og koma frá hugskoti til úrslit.
Innihald
Starvslæra: Tann lesandi skal fyrireika starvslæruna í mun til lærufortreytir, málsetningar, innihald, lærutilgongdir, rammur, og eftirmeta starvlæruna saman við flokkinum. Síðani verður arbeitt ítøkiliga við ymsum tilfari, s.s. glas og metall. Tann lesandi skal ogna sær breiða vitan um allar teir møguleikar, sum liggja í at gera lutir úr hesum sløgum av tilfari, og ogna sær grundleggjandi didaktiska vitan innan økið. Relevant tilfar verður lisið bæði fakdidaktiskt og alment didaktiskt í mun til bæði tað handaliga arbeiðið og tað verkstaðarkenda við atliti at innrætting av karmum. Skrivligar og munnligar reflektiónir verða gjørdar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrri parturin av skeiðinum er starvslæra. Undirvísingin verður skipað soleiðis at skift verður ímillum fyrilestrar, vegleiðing, kjak, bundnar uppgávur, einstaklingauppgávur, felagsuppgávur og eksperimenterandi virksemi. Dentur verður lagdur á at fáa virknar luttakarar, og roknað verður við høgum luttakaravirksemi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga: • at leggja til rættis eina undirvísing, fremja hana á tryggan og skynsaman hátt, so at næmingarnir fáa eina læruríka og haldbara heildaruppliving, ið tekur atlit til teirra førleika og aldur. • at arbeiða við ymsum tilfari, s.s. glasi og metalli frá hugskoti til liðugt úrslit. • at samanbera verkstaðarundirvísing við siðbundna undirvísing og síggja fyrimunir og vansar í hesum undirvísingarhátti.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva og framløga. Lesandi fara upp einsæris ella í bólki. Fyri at sleppa upp til próvtøku skal starvslæran verða staðin. Kunna verður nærri um próvtøkuni í skeiðinum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Bjørg Djurhuus