7570.18 - Smíð við serligum atliti at læraraleiklutinum


Skeiðsnummar
7570.18
Heiti
Smíð við serligum atliti at læraraleiklutinum
ECTS
5
Endamál
Endamálið í linjugreinini er, at tan lesandi styrkir um sín smíðlæraraleiklut við skiftisvís at undirvísa skúlanæmingum, eygleiða undirvísingina hjá øðrum, og at reflektara í bólki við støði í greiningarrammuni hjá Mette Mølbæk.
Innihald
• Ástøði hjá Mette Mølbæk og Werner Jank & Hilbert Meyer, • Smærri undirvísingargongdir við fólkaskúlanæmingum • Eygleiðing av undirvísing hjá øðrum lesandi • Bólkakjak um undirvísingargongdir við støði í viðkomandi ástøði
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður millum einstaklingauppgávur og felagsuppgávur og eksperimenterandi virksemi. Í seinnu helvt av skeiðinum, fremja og eftirmeta lesandi eina undirvisingargongd. Lesandi eygleiða eisini undirvísingina hjá hvørjum øðrum. Fyri at standa skeiðið, skulu lesandi vera virkin í øllum pørtum av skeiðinum.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi skal duga at: • leggja til rættis, fremja og eftirmeta eina undirvísing á tryggan og skynsaman hátt. • eygleiða og eftirmeta í bólki á ein konstruktivan hátt. • reflektera yvir egnu undirvísing við støði í egnu endamálum.
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Bjørg Djurhuus