7585.17 - Ítróttur í framhaldsdeild, 3L og 4L


Skeiðsnummar
7585.17
Heiti
Ítróttur í framhaldsdeild, 3L og 4L
ECTS
15
Fortreytir
Tann lesandi skal hava staðið 1. og 2. árið av læraralestrinum
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tann lesandi dugir at leggja til rættis, undirvísa og eftirmeta undirvísingargongdir í framhaldsdeild, at tey sjálvi lúka tey ítróttarligu krøv í stevleiki, amboðsfimleiki og bóltspølum sambært lærugreinini og nýta KT sum hjálpiamboð.
Innihald
• Námsætlan fyri framhaldsdeild og breyt og gera ársætlan • Anatomi, fysiologi, greinandi rørslulæru innan bóltspøl og amboðsfimleik/fimleik • Venjingarlæra • Lógir í teim stóru bóltspølunum • Kostur og venjing • Breiddar- og ella úrmælingsvenjing av børnum • Kappingarítróttur í skúlahøpi • Framhald av ítróttarsálarfrøði t.d. doping, etingarólag, motivatión
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, filmar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin er verkligar íðkanir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at: • viðgera, meta um og brúka námsætlanir fyri framhaldsdeild, • nýta fjølbroyttar læringstilgongdir í ítrótti , fyri at geva næmingum upplivingar, royndir og vekja áhugan fyri kropsligari venjing og menning • sjálvur vera førur fyri at vísa kropsligt hegni í stevleiki, amboðsfimleiki og bóltspølum sambært verkligu próvtøku krøvini • finna, greiða frá og kritiskt viðgera grundleggjandi faklig og fakdidaktisk viðurskifti í samband við ítrótt í framhaldsdeild, á breyt og í feløgum
Próvtøkuháttur
Spurdómsstýrd uppgáva, framløga og ein verkligur partur.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal