7592.16 - Tónleikur, samskifti, samfelag og søga


Skeiðsnummar
7592.16
Heiti
Tónleikur, samskifti, samfelag og søga
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
At geva tí lesandi holla vitan um og kunnleika til at skilja tað samtíð, ið tónleikurin verður skaptur í, og við tí grundumstøðum, ið tónleikurin verður skaptur undir. Eisini skal tann lesandi skilja søguligar samanhangir millum politikk og list í breiðari marking, og serliga tónleik.
Innihald
• Samfelagssøga • Tónleikasøga • Listasøga • Samskifti millum list og samfelag
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og kjak
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi hava førleikar til at skilja hvussu tónleikur og list verða ávirkað av samtíðini, og tøkniligu menningini. Eisini skal tann lesandi kunna skilja og greiða frá stigvísu broytingingunum innan list, serliga tónlist, og hvørjar samfelags og tøkniligar broytingar eru viðvirkandi til hesar.
Próvtøkuháttur
Við skeiðslok skal tann lesandi skriva eina lítla uppgávu á 5 síður (einstaklingauppgáva), og 8 síður (bólkauppgáva), har víst verður, at tann lesandi hevur skilt samanhang millum samfelag og tónleik, og kann samanbera ymiskar listaligar samanhangir, og seta tað í samband við samtíðina.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Orla Winther (2002) Musikhistorien 1 – 8 Folkeskolens Musiklæggerforening 2002 1. Útgáva, 1. Upplag https://www.youtube.com/watch?v=bArhdP88dGE https://www.youtube.com/watch?v=5o1DZPqqx-M https://www.youtube.com/watch?v=DRI_ZSh6iF4 https://www.youtube.com/watch?v=mFA_tT8_v-Q http://www.library.upenn.edu/kislak/sims/
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen