7593.16 - Tónlistarlig menning, metodikkur, didaktikkur og starvslæra


Skeiðsnummar
7593.16
Heiti
Tónlistarlig menning, metodikkur, didaktikkur og starvslæra
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
At geva tí lesandi førleikar at leggja undirvísing til rættis, við at skipa undirvísingina við atliti at, at tann einstaki næmingurin skal skilja seg sjálvan í samspæli við onnur. At tann lesandi altíð hevur í hyggju greidliga at gera næmingarnar varugar við úrtøkuna. At tann lesandi fær hollan kunleika til samanspæl, bæði sum reproduktión (spæla coverløg) og improvisatión. At tann lesandi skal gerast førur fyri, á ymsan hátt at musisera við børnum og ungum.
Innihald
• Ljóðførisfrálæra • Metodur • Didaktikkur • Direktión • Ræddarvenjing og læra • Samanspæl av øllum slag
Læru- og undirvísingarhættir
Meistaralæra, fyrilestrar, venjingar og kjak
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi hava førleikar, at skilja og brúka alt tað tey hava lært á øllum skeiðunum, í undirvísingarhøpum í øllum floksstigum í fólkaskúlanum. At duga at leggja undirvísingina til rættis á ein fullgóðan hátt, soleiðis at hvør einstakur næmingur sær seg aftur í øllum hann ger, og dugir at samspæla við onnur, og sær seg sjálvan sum ein týdningarmiklan lut í heildini. At tann lesandi skal duga at seta sær greið mál og málsetningar, og at røkka málunum. At tann lesandi skal geva næmingum fólkaskúlans førleikar í tónleiki og sangi, og kunnleika at meta um dygd og fjølbroytni í tónleikinum.
Próvtøkuháttur
Við skeiðsenda skal tann lesandi skriva eina synopsu á uml. 6 síður, fyri aftaná at leggja fram í 20 min, um starvslæruroyndir. Hvørjar starvsvenjingaroyndir tann lesandi ger sær, og hvørjar ástøðingar tey hava brúkt sum grundarlag fyri starvsvenjingini. Tey lesandi skulu velja ein sang av 25 uppgivnum, at framføra sum solo-sang við klaveri ella gittarfylgispæli. Tann lesandi skal dirigera ein barna- ella ungdómssang. 5 min fyrireikingartíð. Tey lesandi skulu framføra nøkur løg har lurta verður eftir dygdunum at spæla saman, og hvussu nógv ljóðføri/sang tey eru før fyri at handfara, og at tey vísa við einari framførslu at tey duga at improvisera saman. Tey lesandi framføra tvey løg/verk (eitt í seinum og eitt í skjótum tempo), á teirra høvuðsljóðføri. Fyri synopsuna og framløguna verða givin hvør sítt próvtal. Synopsan telur40 %, og framløgan 60%, og síðan verður givið eitt samlað próvtal. Fyri musisku greinarnar verður givið eitt próvtal fyri hvørt evni, fyri síðan at leggja tey saman og býtast við 5, og enda við einum samlaðum próvtali. Síðan verða provtalið fyri synopsu/framløgu og musisku royndirnar lagt saman 50/50, fyri síðan at býtast í tvey, til endaliga próvtalið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Frede V. Nielsen og Akademisk Forlag 1998. Almen Musikdidaktik. Marstal, I. (2008). Barnet og musikken. København K: Hans Reitzels Forlag. Gardner, H. (1998). Sådan tænker børn - sådan lærer de. København: Nordisk Forlag A/S. http://www.emu.dk/modul/soundpainting Meistaralæra í ymsum høvuðsljóðførum
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen